Kaj Leo spyr Rigmor um bakkaverju fyri fornminni í Kirkjubø

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin,
hevur í dag sett Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, ein skrivligan
fyrispurning (§ 52a)
um bakkaverju fyri fornminni í Kirkjubø. Svarast skal í seinasta lagi 10
yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn



 



Løgtingsmaðurin
spyr fylgjandi:



1.   
Er gjørd nøkur
tørvsmeting av bakkaverju í Kirkjubø - um ja, hvat er úrslitið av hesari
tørvsmeting og um nei, hví er henda tørvsmeting ikki gjørd?



 



2.   
Hvørjar ætlanir hevur
landsstýriskvinnan um at gera bakkaverju í Kirkjubø?



 



3.   
Hevur landsstýriskvinnan
ætlanir um at leggja uppskot fyri løgtingið um at játta pening til bakkaverju í
Kirkjubø?



 



4.   
Hevur Landsstýriskvinnan
havt samskifti við landsstýrismannin í samferðslumálum og tunnilsfelagið um
útvegan av gróti frá Sandoyartunlinum til bakkaverju í Kirkjubø?



 



Í viðmerkingunum til skrivliga
fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at t
að er fleiri ferðir
víst á tørvin at gera eina bakkaverju í Kirkjubø við tí endamáli at verja
fornminnini, Múrin og Ólavskirkjuna, sum eru í alt størri vanda fyri at fáa
óbótaligan skaða av ódnarveðrið og serliga brimi, sum spakuliga etur seg longur
og longur inn í landslagið.



 



Landið hevur
ábyrgdina av forminnunum í Kirkjubø og hevur tí skyldu at gera nakað munagottt
og ítøkiligt, áðrenn skaði stendst á hesi fornminni. Eitt nú hevur
landsstýriskvinnan skyldu at meta um, hvat tað kostar at gera slíka bakkaverju
og leggja fyri Løgtingið uppskot um játtan til at gera nakað við málið.



 



Higartil er onki, sum
bendir á, at tað fyriliggur nøkur ítøklig ætlan frá landsins myndugleikum um at
verja hesi fornminni við bakkaverju - bara óendaligt kjak og ongar loysnir og
tiltøk.



 



Hetta er ikki eitt
kommunumál, tí ein kommuna hevur ikki myndugleika á økinum, men tað hevur
landsmyndugleikin.



 



At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen,
løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at í sambandi við ætlaðu tunnilsgerðina til
Sandoynna, hevur tunnilsfelagið havt trupulleikar at sleppa av við grótið, og
tí hevði tað verið upplagt at brúkt hetta grót til eina bakkaverju í Kirkjubø -
sum eisini liggur tætt við har grótið kemur út.



 



Fólk á staðnum hava
eisini víst á tørvin á tiltøkum fyri at verja okkara forminni.



 



Landið hevur nú ein
gyltan møguleika at fáa grót frá Sandoyartunlinum til bakkaverju.



 



Sambandsflokkurin