Kaj Leo ósakliga baktalaður og álopin fyri at krevja frælsi fyri tjóðina

Tað er ongin, sum helst ivi um, at Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, er tann persónurin, ið hevur virkað, sum hetja, og bjargingarmaður føroyinga, í stríðnum um frælsi og krevja rættin, at selja okkara fiskaúrdráttir, og, at hann, saman við Jacob Vestergaard, fyrrverandi fiskimálaráðharra, stóð einsamallur í móti donsku stjórnini, og øllum EU. Og nú valið nærkast, ressast eisini føroyingar, at niðurgera hesar hetjur. Ein av teimum er Poul Michelsen, núverandi vinnumálaráðharri, og formaður í Framsókn.

Dan Klein, óheftur journalistur, greinar og skrivar:

Hesin stubbin verður bara skrivaður her, tí eg ikki havi atgongd gjøgnum Facebook, at gera tær viðmerkingar, sum eg vanliga plagi, og tí geri eg tað á hendan hátt.

Eg havi valt at seta fokus á teir ella tey, sum hava gjørt nakað munagott fyri hetta land og hetta fólk. Tað er ikki lætt, tí føroyingar stórt sæð bara hava havt "pausuklovnar" á Christiansborg.

Lat okkum taka Sjúrða Skaale, úr Javnaðarflokkinum. Honum dámar at sláa undir beltið. Tað hevur hann prógvað í bók, hann longu hevur skrivað. Men danski forsætismálaráðharrin hevur eisini alment verið í gjøgnum kvørnina hjá hesum, og fingið bæði pipar og sált stroytt í sárið.

Á røðarapallinum, gjørdi Sjúrður grin við Lars Løkke, og royndum hansara at leiga sær summarhús í Føroyum. Allur salurin fekk at vita, at køliskápið var fult av øli, tá forsætismálaráðharrin kom í húsið, og so fingu øll eisini at vita, at hann keypti nýggja forsýning, tá hann fór úr húsinum.

Hoyrdi hetta heima á fólkatingi. Nei! Men hetta hevði eisini bara til endamáls, at halda Lars Løkke fyri gjøldur, og tað riggaði. Sjúrður gekk til kantin, og ongin, sum hevur verið, ella stendur honum nær, kann føla seg tryggan fyri ikki at enda í hansara spinnsøgum og royndarballónum.

Um hin fólkatingslimin hjá Tjóðveldinum, er ikki so nógv at siga, so hann hoppa vit uppum. Seinastu avdúkingarnar um danska stuðulin flokkurin livur av, sigur tað mesta.

Poul lýgur ikki, men sigur heldur ikki sannleikan

Í einum statusi hjá Tórbjørn Jacobsen um ´"tóma stólin" hjá Jógvan Skorheim, blandaði eg meg uppí, og rósti Kaj Leo Johannesen, fyrrverandi løgmann fyri avrikið hann gjørdi, tá avtalan við Russland kom undir land, og østir danir og EU.

Hetta førdi eisini til, at javnaðarumboðið, skemtarin Sjúrður Skaale, alment fór eftir Kaj Leo, fyri at fara í móti donskum og Europæiskum áhugamálum, og tí er tað eisini ein mótsókn, um ikki bara ein simpul lygn, at fólkatingsumboði arbeiðir fyri at gjøta fyri viljanum hjá landsstýrinum.

Sjúrður Skaale fór beint í móti áhugamálunum hjá føroyingum, at verja áhugamálini hjá dønum, og EU.

Knappliga og burturúr ongum, kemur so Poul Michelsen, sum sjáldan ella ongantíð, gevur seg til kennar á Facebook um hann ikki er á gongutúri við vinunum í HB. Tað skal eisini vera teimum væl unt, at hava eina góða løtu saman.

Men onkusvegna toldi Poul ikki, at Kaj Leo, sum løgmaður, verður nevndur "hetja", og mátti tí blanda seg uppí. Men hann valdi at vera ósakligur. Hann sigur í viðmerkingini, at Dan Klein, man hava misskilt okkurt.  Føroyar hava ongantíð  havt ein handilssáttmála við Russland, men vísir síðani á, at Føroyar hava seinastu 42 árini havt ein fiskivinnusáttmála við Russland.

Undirritaði er bilsin. Hvat hendir her. Eg biði Poul Michelsen staðiliga um at útdjúpa pástandin, men hann velur tøgnina´. Helst tí endamál hansara var at sáa iva um sannleikan í tíðindunum um hetjuna, Kaj Leo Holm Johannesen.

Eg bað tí Kaj Leo sjálvan um at siga føroyingum frá hvat hendi, tá hann fekk danir, EU, Sjúrð Skaale, og eina rúgvu av parlamentariskum mótstøðufólki í móti sær. Sama var skili við støðuni hjá fyrrverandi fiskimálaráðharranum, Jacob Vestergaard.

Kaj Leo Holm Johannesen, váttar, at ósemjan snúði seg um avtalu um sølu av pelagiskum fiskaúrdrátti og laksi. Danir søgdu korta nei til avtaluna, meðan løgmaður helt uppá, at avtalan skuldi gerast, og hon varð eisini gjørd.

-  Stutt kann sigast, at Føroyar gjørdu handilsavtalu var við Turkaland, sum tó onki hevði við Russlandavtaluna, at gera, um sølu av fiskavørum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Tí stendur tað fast:

Kaj Leo er ósakliga baktalaður og álopin fyri at krevja frælsi fyri tjóðina. Í hesum málinum eigur maðurin hetjustatus. Hvørki meira ella minni.

At Kaj Leo Holm Johannesen so var/er ein sambandsløgmaður, ger ikki hendingina minni áhugaverda. Ongin annar løgmaður hevur gjørt honum hetta eftir.