Kaj Leo Holm Johannesen spyr Sirið Stenberg um viðgerð til børn og ung við etingarólagi

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning um viðgerð til børn og ung við etingarólagi. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
1. Hvussu nógvir føroyingar eru raktir av etingarólagi?
2. Hvørji viðgerðartilboð eru til fólk/ungdóm, sum stríðast við etingarólag ella anorexia nervosa? 
3. Hvørji ítøkilig tiltøk eru ætlanir um í framtíðini fyri at hjálpa okkara ungdómi, sum er 
    raktur av etingarólagi?
4. Hvat skal til í menniskjaligum og peningaligum tilfeingi  fyri, at vit sum land kunnu siga, 
    at vit veita eina tænastu, sum liggur millum tær fremstu í heiminum? 

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at tað er av stórum týdningi, at vit politikkarar gera meira her heima fyri at hjálpa ungum og børnum, sum stríðast við etingarólag.

Tað hevur sera stóran týdning, at hesi ungu fáa hjálp so skjótt sum gjørligt, og at tey hava góðar og tryggar og mennandi umstøður, at verða saman við familju og vinum, og at tey t.d. fáa eina skúlagongd, sum øll onnur børn, hóast tey eru í viðgerð. 

Vit skulu sum skjótast verða til reiðar at geva okkara ungdómi eitt tilboð og ikki minst skulu vit syrgja fyri, at teirra avvarðandi verða møtt við virðing av okkara myndugleikum.

Eftir at hava tosað við fólk, sum arbeiða við viðgerð innan etingarólag, so er eingin ivi um, at hetta er ein sera stór avbjóðing fyri okkum sum samfelag. Okkara ungdómur verður uppá sama máta, sum ungdómur í øðrum londum, áhaldandi fóðraður við idealmyndum um, hvussu tey eiga at síggja út og hvussu tað perfekta í mun til kropsideal, verður dyrkað á teim sosialu miðlunum.

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at lat okkum sum land taka hetta álvarsmál upp og seta okkum sum mál at verða fremst í heiminum við professionellari hjálp og at veita okkara ungdómi eina tænastu, sum er á høgum fakligum støði.

Lat okkum saman taka okkum betri av hesum børnum og ungu.

Sambandsflokkurin