Kaj Leo Holm Johannesen hevur fingið svar um sjúkraundirvísing til børn

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur nú fingið svar frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í skúlamálum um sjúkraundirvísing til børn

Í svarinum, dagfest 27. oktober 2017, frá Rigmor Dam stendur:

1. Hvussu verður økið, sum eitur sjúkraundirvísing umsitið og praktiserað?

Økið heimaundirvísing og sjúkraundirvísing verður umsitið og praktiserað sambært kunngerð nr. 6 frá 2. februar 2015 um heimaundirvísing og sjúkraundirvísing við heimild í § 21, stk. 6 og § 28, stk. 3 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan.

2. Verður økið umsitið í tráð við lógina um sjúkraundirvísing?
Økið verður umsitið í tráð við ásetingarnar, nevndar í svari á spurning 1.

3. Hvussu verða tímarnir til sjúkraundirvísing útlutaðir, og eftir hvørjum leisti verður hetta gjørt?

Tað er skúlaleiðarin, sum tekur stig til, at næmingur, sum er burtur frá skúla fær heimaundirvísing ella sjúkraundirvísing, tá ið sjúkrafráveran er longur enn 2 vikur ella tá fráveran samanlagt er 2 vikur við afturvendandi styttri fráveru vegna sjúku og fráveru vegna varandi sjúku. Skúlaleiðarin søkir í samráð við foreldur ella avvarðandi Mentamálaráðið ella Sernám um tímar til heimaundirvísing ella sjúkraundirvísing. Er talan um likamliga sjúku og smittuvanda, verður umsóknin send Mentamálaráðnum. Tá ið talan er um aðra sjúkrafráveru, verður umsóknin latin Sernámi. Saman við umsóknini verður løgd læknaváttan og ella frágreiðing frá serkønum um orsøkina til sjúkrafráveruna. Serkunnleiki í sambandi við aðra sjúkrafráveru kann umframt lækna vera barnavernd, sálarfrøðingur, skúlaleiðari ella leiðarin í førleikastovuni. 

Heimundirvísing og sjúkraundirvísingin  kann verða veitt í eitt tíðarskeið í ein til fýra mánaðir og kann í serligum føri verða longt. Heimaundirvísing og sjúkraundirvísing skulu taka atlit at heilsustøðu, aldri og umstøðum næmingsins og verður veitt í tí vavi tað er hóskandi. Ofta er talan um 2 undirvísingartímar um dagin.

4.  Eru tímarnir, sum Sernám tillutar børnum við sjúku/breki oyramerktir til hesi børn, ella kann t.d. ein skúlastjóri brúka hesar tímar eftir vild, til t.d., tá ið skúlin onkusvegna manglar ein lærara, so verður stuðulin/lærarin hjá børnum við sjúku/breki tikin og brúktur til annað endamál enn tað lærarin/stuðulin er settur til, nevniliga at vera stuðul hjá næminginum við sjúku/breki?

Talan er um tríggjar ymiskar háttir at játta tímar til ”børn við sjúku/breki”. Hesir eru:

1. Tímar játtaðir til heimaundirvísing og sjúkraundirvísing. Hesir kunnu ikki vera nýttir til annað endamál enn til tað, sum er ásett í kunngerðini um heimaundirvísing og sjúkraundirvísing. Talan er um eina avmarkaða tímajáttan í ávíst tíðarskeið til ávísan næming. Henda játtan inngongur ikki í generellu tímajáttanina til skúlan, men er altíð ávíst til einstakt barn.  

2.  Tímar til serundirvísing og sernámsfrøðiligan stuðul verða veittir sambært kunngerð nr. 38 frá 21. apríl 2016 um serundirvísing, serligan tørv og sernámsfrøðiligan stuðul og verða játtaðir til skúlan við støði í umsókn um stuðul og tímar til ávísar næmingar. 

Hetta er ein játtan, sum Sernám tillutar sambært omanfyrinevndu kunngerð. Játtanin er til tímar til serundirvísing og sernámsfrøðiligan stuðul til næmingar, ið hava serliga tørv, ið ikki er fyribils, sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini.
 
Sernám játtar skúlunum eina heildarjáttan til endamálið,  grundað á teir næmingar, sum eru í skipanini hjá Sernámi. Samskifti um játtanina er millum skúlaleiðslu og Sernám á árligum støðu- og eftirmetingarfundi umframt eftir tørvi. Leiðsla skúlans skipar samlaða virksemið í skúlanum. Herundir eisini játtanina til serundirvísing og sernámsfrøðiligan stuðul. Hesin parturin skal skipast saman við Førleikastovuni og Sernámi.
 
3.  Umframt játtanina til serundirvísing og sernámsfrøðiligan stuðul frá Sernámi játtar Mentamálaráðið skúlunum eina miðfirraða játtan. Henda játtan verður í løtuni roknað og tillutað við støði í 13% av næmingatalinum í tí einstaka skúlanum og skal, sbrt. 

Omanfyrinevndu kunngerð, verða nýtt til sernámsfrøðilig átøk, sum leiðsla og Førleikastovan skipa í samstarvi við Sernám.