Kaj Leo hevur fingið svar um innkoyringarveg til Tórshavn

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur nú fingið svar frá Henrik Old, landsstýrismanni í samferðslumálum um innkoyringarveg til Tórshavn frá Eysturoyartunlinum

Í svarinum, dagfest 3. apríl 2018, frá Henrik Old, stendur:

1. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um innkoyringarveg til Tórshavnar frá Eysturoyartunlinum - arbeiðs- og tíðarætlan? 

Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommuna undirskrivaðu í oktober 2016 avtalu um innkomuvegin. Samandráttur av avtaluni og kort av innkomuvegnum sæst her. 

2. Hvussu stórur verður samlaði tørvurin á íløgujáttan til verkætlanina ella valdu loysnina, býtt uppá landið og Tórshavnar kommunu? 

Landsins partur av samlaða kostnaðinum verður sambært avtaluni frá oktober 2016 mettur at verða 115 mió.kr, kommununar partur 24 mió.kr og parturin hjá tunnilsfelagnum 27 mió.kr. 

3. Er uppskotið slept um at gera tunnil beinleiðis frá rundkoyringini á Hvítanesi og niðan á Vatnaskarð? 
Landsverk metir, at vegaleisturin hevur størst fyrimunir við sær fyri ferðslu og kostnað. 

Landsstýrismaðurin heldur, at fyrimunirnir við tunnilsleistinum eru størri enn metingarnar hjá LV siga, men hann tekur undir við vegaleistinum og heldur tí fast við avtaluna, ið er gjørd við Tórshavnar kommunu. 

4. Er í løtuni samskifti og samstarv millum Tórshavnar býráð og Samferðslumálaráðið/ landstýrismannin, um verkætlanina? 

Á fundi herfyri ímillum Samferðslumálaráðið, Tórshavnar kommunu og Landsverk varð avtalað, at partarnir skjótast gjørligt saman gera eina tíðarætlan fyri arbeiðið at gera innkomuvegin.

Sambandsflokkurin