Kaj Leo fingið svar um útgjald úr ALS til sjálvstøðugt vinnurekandi

Kaj Leo Holm Johannsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur nú fingið
svar frá Aksel V. Johannesen, løgmanni, um útgjald úr ALS til sjálvstøðugt
vinnurekandi




Í svarinum, dagfest 5. november 2018, frá løgmanni, stendur:




Svar uppá skrivligan
fyrispurning nr. 24/2018 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen,
løgmann, frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmanni, um útgjald úr ALS til
sjálvstøðug vinnurekandi.




”1. Hví fáa
sjálvstøðug vinnurekandi ikki útgjald úr ALS í sambandi við arbeiðsloysi,
sjálvt um hesi hava skyldu at gjalda inn í skipanina?




Svar til 1.




Sjálvstøðugt
vinnurekandi er persónur, sum rekur vinnu fyri egna rokning og ábyrgd og hevur
tað sjálvstøðuga vinnuvirksemið sum høvuðsvinnu. Tað er sostatt ein treyt, at
sjálvstøðuga vinnuvirksemið er høvuðsvinna.




Sum meginregla er talan
um sjálvstøðuga vinnu, tá ið tann vinnurekandi: Hevur fólk í starvi, hevur
skattafrádrátt fyri rakstrarútreiðslur og avskrivingar av rakstrargøgnum
sambært reglunum fyri sjálvstøðug vinnurekandi og verður skattaður av
yvir-/undirskoti av virkinum, er mvg-skrásettur ella er íognari í íognarfelagi.




Tað vil siga, at
persónar, sum eru í starvi hjá parta- ella smápartafelag eru ikki at meta sum
sjálvstøðug vinnurekandi. Tað, at persónur eigur part av ella allan
partapeningin í einum parta- ella smápartafelag, hevur ikki við sær, at
viðkomandi er at meta sum sjálvstøðugt vinnurekandi. Í hesum førum hevur
persónurin í útgangsstøðinum rætt til arbeiðsloysisstuðul eftir vanligu
reglunum.




Fyri at talan skal vera
um persón, sum er sjálvstøðugt vinnurekandi, skal sjálvstøðuga vinnuvirksemið
tí vera rikið í einum einstaklingavirki ella í einum íognarfelagi, og
persónurin hevur tí bara b-inntøku frá hesum sjálvstøðuga vinnuvirksemi.




Slíkir persónar, sum
reka sjálvstøðugt vinnuvirki – í einstaklingavirki ella í einum íognarfelagi,
har allar inntøkurnar eru b-inntøkur – eru ikki partur av kravdu
arbeiðsloysisskipanini.




Hesir arbeiðsgevarar
rinda sum allir aðrir arbeiðsgevarar arbeiðsgevarapartin av ALS-gjaldinum av
teimum lønum, sum teir rinda sínum starvsfólkum. Sjálvstøðug vinnurekandi hava
sostatt einans skyldu at rinda inn í skipanina, um tey hava fólk í starvi, og
tá rinda tey arbeiðsgevarapartin av ALS-gjaldinum. Starvsfólkið rindar sjálvt
løntakarapartin av ALS-gjaldinum, og hesi bæði gjøldini tilsamans
arbeiðsloysistryggja starvsfólkið.




Sjálvstøðug vinnurekandi
kunnu eisini velja at útgjalda sær sjálvum løn, sum er A-inntøka. Um tey velja
tað, eru tey partur av kravdu arbeiðsloysisskipanini.




Vilja sjálvstøðugu
vinnurekandi verða arbeiðsloysistryggjað uttan at gjalda sær sjálvum A-inntøku,
mugu tey tekna eina sjálvbodna trygging fyri sjálvstøðugt vinnurekandi sbrt.
kunngerð nr. 137 frá 3. november 2009 um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug
vinnurekandi. Gerast tey arbeiðsleys, skal vinnuliga virksemið halda uppat, og
vinnutólini skulu avhendast, so at vissa er fyri, at vinnuvirksemið veruliga er
hildið uppat.




Fyri at fáa
arbeiðsloysisstuðul sambært hesi sjálvbodnu tryggingini – sum er mesti
arbeiðsloysisstuðul á 17.500 kr./mðr. – skal tryggingin hava verið í gildi í
minsta lagi eitt ár.




Gerst sjálvstøðugt
vinnurekandi, sum hevur teknað sjálvbodna trygging sum sjálvstøðugt
vinnurekandi, arbeiðsleysur, áðrenn eitt ár er farið, síðani tryggingin varð
teknað, fær viðkomandi ongan 
arbeiðsloysisstuðul.




Hevur viðkomandi havt
a-inntøku – tað vil siga lønarinntøku frá øðrum arbeiðsgevara – seinastu 12
mánaðirnar, áðrenn viðkomandi gjørdist arbeiðsleysur, so verður henda
a-inntøkan útrokningargrundarlagið hjá viðkomandi. Síðani verður
arbeiðsloysisstuðulin roknaður eftir tí útrokningargrundarlagnum.




B-inntøka verður ikki
roknað við í útrokningargrundarlagið, og hevur persónurin onga a-inntøku havt
seinastu 12 mánaðirnar, fær viðkomandi ongan arbeiðsloysisstuðul.




Hevur viðkomandi havt
eina sjálvbodna trygging fyri sjálvstøðugt vinnurekandi í meiri enn eitt ár,
fær persónurin rætt til fullan arbeiðsloysisstuðul á 17.500 kr/mðr, um
viðkomandi verður arbeiðsleysur, og vinnuvirksemið er endaliga hildið uppat.




Treytin er, at
viðkomandi hevur avhendað vinnutólini, og at viðkomandi er tøkur, sinnaður og
førur fyri at átaka sær eitthvørt fulltíðarstarv, sum viðkomandi hevur fakligan
førleika til, í seinasta lagi dagin eftir, at viðkomandi fær bjóðað starv.




At enda skal verða lagt
afturat, at tað eru 20 persónar, sum hava teknað eina trygging sum sjálvstøðug
vinnurekandi og 4 persónar, sum hava teknað eina sjálvbodna
arbeiðsloysistrygging sum løntakarar.




2. Hevur løgmaður
ætlanir um at broyta skipanina soleiðis, at vinnurekandi fáa útgjald úr ALS í
sambandi við arbeiðsloysi - um ja, hvussu skal skipanin vera og um nei, hví
ikki?




Svar til 2:




Mett verður, at verandi
skipan, har sjálvstøðug vinnurekandi kunnu tekna sjálvbodna
arbeiðsloysistrygging, er nóg góð.




Tað er ikki ætlanin, at
gera tað tvungið hjá sjálvstøðugt vinnurekandi at vera tryggjað í
Arbeiðsloysisskipanini.”



 



Sambandsflokkurin