KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya hava handað sáttmálakrøv

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya hava í dag handað hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi í hølunum hjá Heilsuhjálparafelagnum. 

Sáttmálin partanna millum, ið fór úr gildi 1. okt. 2019, fevnir um heilsuhjálparar og heimahjálparar, ið virka á kommunala økinum. Partarnir fara nú hvør í sínum lagi at viðgera krøvini, og hava avtalað at hittast aftur 6. november 2019.

cid:image003.jpg@01D589BE.072F7580