KaF: Landsstýrismaðurin brýtur Kommunustýrislógina

Seinnapartin í dag hevur nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum saman við leiðsluni í
Kommunufelagnum viðgjørt avgerðina hjá Landsstýrismanninum við fíggjarmálum, Jørgen Niclasen at vraka sáttmálan millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið, sum partarnir vórðu samdir um 3. juni 2020. 

Tíðindaskriv týsdagur 9. juni 2020 

Niðurstøðan frá fundinum varð m.a., at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fer at senda
Landsstýrismanninum við fíggjarmálum eina áheitan um at taka avgerðina um at vraka sáttmálan upp
til nýggja viðgerð – og at góðkenna sáttmálan, sum fyriliggur. 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur avgjørt hildið seg innanfyri heimildina at gera sáttmálar, og
hevur tryggjað limunum í Starvsmannafelagnum eitt javnt lønarlag fyri allar limir felagsins, annaðhvørt
hesir starvast á sáttmálaøkinum hjá landinum ella kommununum.  

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum kann undir ongum umstøðum góðtaka, at
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum á hendan hátt leggur seg út í at stýra samráðingunum hjá
Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum niður í smálutir.  

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið metir avgerðina hjá landsstýrismanninum at vera greitt brót á § 5,
stk. 5 í kommunustýrislógini. 

Stýrið í Kommunufelagnum tekur fult undir við avgerðini hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum at
fáa staðfest verandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.
 
Vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið 

Annika Olsen, forkvinna