Kæru vinir í Føroyum
Seinastu gott og væl fýra árini, eg havi starvast sum aðalkonsul Íslands í Froyum - fram til 15. mai, tá ið starvstíð mín formliga var úti – fingu vit hjún mangar avbera góðar møguleikar at læra vakra og spennandi land tykkara at kenna, og nutu vit miklan blíðskap frá góðum fólki.
Nú eru fyrstu fetini tikin á nýggjari ævintýrferð her í Winnipeg í Kanada. Við hesum orðum takka vit øllum tykkum, sum vit kenna í Føroyum, fyri góðar samverustundir. Eisini takka vit tykkum, sum vit hava samarbeitt við fyri gott samstarv farnu árini.
Vit ynskja tykkum øllum góðan byr í komandi tíð.
26. maí 2016
Þórður Bjarni Guðjónsson / Jórunn Kristinsdóttir