Kæra um vánaligan fjølmiðlasið

Til Anniku M. Jacobsen, stjóra Kringvarpið


LGBT sendir eitt spurnarblað til løgtingsvalevnini, um samkynd eisini kunnu giftast.


Vísandi til tíðindaflutningin hjá Kringvarpinum í dag. Metir kringvarpstjórin, at almenna Kringvarpið 26. okt. kann loyva sær at endurgeva tíðindi frá LGBT, at serliga í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkinum, eru fólk fyri at broyta hjúnarbandslógina.


Lagt verður afturat, at teirra millum eru bæði løgtingsfólk og landstýrisfólk.


Eg eri løgtingsfólk og kenni meg alment úthongdan, tí Sjálvstýrisflokkurin hevur bert 2 løgtingsumboð og tá ongi nøvn verða nevnd, liggur próvbyrðan á mær mótvegis veljarunum at greina, at eg ikki eri ein av teimum sum taka undir við broytingini.


Meti at mítt trúvirði og møguleikar at verða valdur eru skerdir, av tí at Kringvarpið hevur framborið tíðindini á henda hátt.


Vinarliga


Kári P. Højgaard, Løgtingsmaður, Leitisvegur 45, 600 Saltangará - mob. 747758


Niðanvert eru spurningarnir frá LGBT og mítt svar


Spurningurin er soljóðandi:


Um tú gerst løgtingslimur eftir løgtingsvali 2011, ert tú so jaliga sinnað/ur at viðvirka til at samkynd eisini fáa møguleika at ganga inn í eitt forpliktandi borgarligt samlív, antin við broyting av verandi hjúnarbandslóg, ella við eini skipan við skrásettum parlagi?


Svarmøguleikar:


JA


JA ? men einans um talan er um skrásett parlag


NEI


Ynski ikki at svara