JUSTITSMORÐ: Dømdur uttan prógv
Arkivið: Óli Jákupsson, varð dømdur eitt ár og seks mánaðir fongsul í Føroya Rætti. Landsrætturin staðfesti dómin, hóast ákærumyndugleikin ikki kundi vísa á eitt einasta prógv. Tvørturímóti peikaðu fleiri reyðir pílar á eitt av vitnunum, sum fleiri høvdu sæð veipað og hótt við knívi. Sama vitni peikaði knívin út, sum skuldi verða brúktur at stinga við!!??
Grein úr Oyggjatíðindum 28. apríl 2004:
Retslægerådet sigur omaná alt: Læsionen vil kunne være forårsaget af forurettede selv. Haraftrat vóru prógv um, at tann, sum varð stungin, fyrr hevur stungið seg sjálvan, og roynt at takalívið av sær. Roynt verður nú at fáa málið fyri hægstarætt.....
Her situr hann, maðurin, ið er dømdur eitt ár og seks mánaðir í fongsul, frustreraður yvir støðuna, blaðar í skjølum og tosar uppgevandi, skilur ikki hvat er hent. Óli Jákupsson hevur verið í gjøgnum donsku løgreglu- og rættarkvørnina, sum annars sigst byggja á eitt fundament um, at allur ivi skal koma tí ákærda til fyrimunar. Átta mánaðir hevur hann longu sitið av dóminum, og hevur roynt at skilja hvat hendi hetta ólukku kvøld, tá hann vaknaði á sofuni inni hjá fólki, hann persónliga ikki kendi. Í blóðinum varð mált 2,7 promillu:
Aftrat hesum var kroppurin trimmaður við stesolid, ið skal fáa kroppin niður í gear, og omaná hevði hann tikið heilivág at sova av - Ropinol, ið, saman við brennivíni og øli, er ein coktail av teimum tungu. Hesin cocktailurin var ein felagsnevnari fyri øll tey, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hava havt við hetta mál at gera. Men í dag hevði hann frí frá geglinum við teirri treyt, at hann tók antabus. Sostatt var hann blanka edrúvur og klárur í høvdinum, men tað gjørdi tað ikki lættari at skilja vanlukkuligu støðuna.
Ein vinmaður hansara, Leif Samuelsen, kom við hugskotinum, at vitja Eydnu Brockie og mannin, hon livir saman við, Niels Juul Egede Magni Niels Edvinsson Ørvarodd. Við sær høvdu teir báðir brennivín og øl.Teir komu innar, og í slíkum umhvørvi verður ikki sett spurningar við so nógv, og helst hevur Óli Jákupsson sæð nakað drápiligur út aftaná ein skallara frá vinmanninum, Leif Samuelsen fyrr um kvøldið, sum hevði pyntað troyggjuna við blóði. Kvinnan í húsinum gjørdi mat í køkinum og gekk og veipaði við knívi og gaffli.
Gestirnir vórðu vístir inn í stovuna, har maður frammanundan lá og svav. Teir høvdu ikki sitið leingi fyrr enn Óli sovnar, sum hann situr. Nú sova tveir persónar í stovuni, meðan Leif Samuelsen og Niels Juul Egede, sita og práta og Eydna stákast í køkinum. Í rættinum hevur Leif Samuelsen, greitt frá, at meðan teir sita og práta, kemur Eydna Brockie inn í stovuna og er ill við Niels Juul.
Aldurnar ganga høgar teirra millum, meðan kvinnan veipar við knívi og gaffli. - Knappliga tekur Niels Juul í Eydnu, slongir hana uppá ryggin og ber hana uppá loftið, har rópini halda halda fram, og nú er Leif einsamallur vakin í stovuni. Hinir báðir sova. Men Leif Samuelsen velur at fara til hús, og letur vinmannin sova rúsin út í sofuni. - Tá eg vakni aftur, varnist eg onki inni í stovuni:
Hugsi bara um at fara út í køkin eftir einum javnara, einari øl, sigur Óli. Hann vísir á, at Eydna tá framvegis er í køkinum og ger mat.Tey práta um leyst og fast,men tey síggja bæði,at Niels Juul í stovuni nú er á veg út í køkin, og heldur ein serviett ella klút fyri hálsin. Hann bløðir, og Eydna roynir at skifta klút ella serviett. Eingin veit hvat er hent, hvørki Niels Juul, sum bløðir, Eydna ella Óli Jákupsson.
Óli Jákupsson sigur, at tey mugu fáa Niels Juul á skaðastovuna. Tað heldur Eydna eisini, men Niels Juul heldur uppá, at tað hevur onki uppá seg. Eydna Brockie ringir 112, men hvat hon hevur sagt, veit Óli Jákupsson ikki. Hann veit bara, at tað, sum síðani hendi kundi verið heintað úr einum Hollywood-filmi:
- Eg var farin út í tún at bíða eftir sjúkrabilinum, men áðrenn sjúkrabilurin kom, kom politibilur. Eg bleiv uttan orð ella eið, slongdur upp í móti vegginum, og lagdur í hondjørn og koyrdur á politistøðina, har eg endaði í fullubrummu. Tað næsta sum hendir er, at Óli Jákupsson verður avhoyrdur fyri at hava skorið Niel Juul í hálsin.
- Í avhoyringarrúminum var tilnevndi verjin, Óla Jákup Kristoffersen, advokatur. Politisturin, Hendrik V. Joensen, stendur fyri avhoyringini. Hann sigur: - Sig, at tú hevur gjørt tað for helviti!
Fríggjadagin fara vit at viðgera málið víðari. M.a. verður víst á væntandi prógvir og knívin, sum varð uppvaskaður og umberingina hjá politinum fyri at hava søplað prógv.
-------------