Journalistiskt apartaid
Perlur og Gott Gamalt: Tað ringasta, sum kann henda í einum samfelag er, at pressan ikki hevur kant, og ikki hevur sítt egna mynstur á tapetinum, men er samd um at vera partur av einum samfelagsmynstri, sum er teknað av maktini.
Dan Klein,
journalistur,
greinar evnið
Journalistikkur og
politikkur
Herfyri vóru 100 ár liðin síðani lokalblaðið í Norðoyggjum kom út fyrstu ferð. Innihaldsliga eru nógvar broytingar, tí byrjanin hevði mentanarligar vegvísarar . Seinni fekk bygdalívið og gerandisdagurin pláss í teigunum.
Politikkurin og ymiskleikin gav nærumhvørvinum lív, og fólk høvdu fingið grundfestan pall at skifta orð út frá.
Blaðið hevði fingið kant.
Tann kanturin bleiv við árunum rundari og rundari, og til síðst heilt burtur. Men tað er sjálvandi avgerandi hvør arbeiðir á blaðnum. Tað er har styrkin er, og tað er har veikleikin vísir seg.
Tey fyrstu nógvu árini loysti tað seg ikki. Men tað var ikki hetta, sum var drívmegin, men tann boðskapurin, sum skuldi út í lokalumhvørvinum. Kosta hvat tað kosta vildi.
Blaðið hevði styrki, men við árunum kom so veikleikin. Krøvini til fíggingina øktist, og kritikkur gav ongar pengar. Heldur hatur, øvund og forfylging, men undirhald og sjónleikur var nakað annað, so hetta gjørdist felagsnevnarin fyri føroyska pressu, og tey, sum royndi nakað annað, vórðu forfylgd.
Paradoksið gjørdist, at gribbapørini hjá advokatum, og slaktarnir í dómhúsinum funnu saman.....
Havi sjálvur mett meg at vera sosial-liberalan - v.ø.o. til vinstru við einum sjálvstýristanka, sum tó er blivin sterkari av, at danskir myndugleikar í Føroyum - løgregla og dómhús, hava lagt seg eftir ikki at fylgja lógini, tá tað snýr seg um frælsa pressu..
Samstundis verður hesin tankin hildin í hevd av, at føroyingar taka lut í hesi korruptiónini, og óttin sníkir seg fyri, at meðan danir stýra korruptiónini í dag við stuðli frá føroyingum, tryggjar eitt fullveldi, at korruptir føroyingar taka yvir, og so er bara líka mikið.
Vit hava ikki fólkaræði, og um vit ikki hava sum framtíðarætlan, at vit í minsta lagi skulu vera eitt fólkastýri, har øll eru líka fyri lógini, kann alt bara gera tað sama.
Eg eri helst littur av at vera sosialt ávirkaður - og harvið kann ikki umgangast, at hesi evnir verða vald út, og fær tí størri rúmd enn so mangt annað. Órættur er fyri meg eitt týdningarmikið evni, at taka upp, og soleiðis kundi eg blivið við. Men soleiðis er tað bara, júst tí vit ikki hava fólkaræði, men hava valt eitt samfelag við framprovokeraðum órætti, har bara summi skulu hava møguleika - eisini innan vinnulív, og ikki minst innan fjølmiðlar. Her eru ikki øll líka fyri lógini.
Summi eru meira líka enn onnur.
Men tað er eitt paradoks, at eg kann siga, at í allari neyðini eri eg hataður líka nógv av høgra, sum av vinstra. Bara tí eg nokti at gera redaktionellan mun, ella tí eg velji ikki at góðtaka, at politiskt hatur kann avgera um ein persónur hevur framt lógarbrot ella ikki.
Hetta er annars siðvenja hjá sokallaðu frelstu pressuni, sum øll eisini vita verður stýrd av jante, fordómum og andstøðuni, sum størstu viðspælarar.
Uttan eitt einasta prógv eydnaðist tað at útrópa Fólkafloksmannin, Jørgen Niclasen, sum tollsvikara, bara tí hann umboðaði ein politikk, sum verður mettur at vera meira asosialur enn tann, flokkarnir til vinstru umboða.
Reelt var onki prógv fyri, at hesin framdi tollsvik eftir revsilógini, og politiskt er hann heldur ikki størri svikari høgru megin, enn teir flokkar, sum eru á miðuni, og teir til vinstru.
Journalistar kunnu saktans hava politiskar meiningar og motivir, men í Føroyum hava vit journalistar við høgra-meiningum, og so teir til vinstru. Felags fyri flestu av hesum er, at allur politikkur er korruptur, men munur er á, at vera politiskt korruptur, og at vera korruptur eftir revsilógini, og tað er ikki líka mikið hvussu journalistar viðgera kritiskan journalistikk.
Í dag vita vit, at journalistar, hóast dómin, eru av teirri fatan, at Jøgen Niclasen, hevur brotið tolllógina. Teir hava tó framvegis onki prógv fyri hesum pástandi, men kumpas teirra er, at vøran kom út av goymsluni hjá Skipafelagnum, og Jørgen seldi hana víðari.
Hetta halda journalistarnir er nokk til at staðfesta, at Jørgen Niclasen, hevur svikað við tollinum. Tey vilja bara ikki síggja veruleikan, at fútin hevur reinsað mannin fyri svik, og at rætturin eisini hevur staðfest, at skipafelagið hevði ábyrgdina fyri at vøran var útflýggjað Niclasen, sum ikki heldur segði seg vita, at tollkreditturin var uppsagdur, og tá tað heldur ikki kundi prógvast, at Niclasen visti, so er onki at gera.
Kringvarpið og Sveinur Tróndarson, hava valt at seta líkheit millum ein eftir teirra fatan, politiskt korruptan fólkafloksmann, við ein eftir revsilógini, korruptan persón, og tað hongur bara ikki saman.
Hetta er eisini munurin millum Oyggjatíðindir og hinar miðlarnar í Føroyum. Vit nokta at seta hendan korrupta tvillingin inn í ein og sama kassa, og tað hava vit hoyrt nógv fyri.
Sannleikin er tann, at vinstra- og høgravongurin halda saman um grundleggjandi virðir. Kritiskan journalistikk vilja tey ikki hava uttan so, at tey sjálvi stýra journalistunum, og tann, ið ikki letur seg stýra verður lýstur í bann av heimastýrismafiuni, sum telur føroyskar politikarar, stovnar og persónar, og teir donsku stovnarnir í Føroyum.
Tann sokallaði óhefti mentunarstovnurin, sum kallast Norðurlandahúsið, ber allar norðurlendskar miðlar fram, men nú eru so nøkur ár síðani, at Norðurlandahúsið gav boð um, at Oyggjatíðindi var óynskt, og tí ikki skuldi sendast hesum stovninum.
Vit óheftu sleppa í kirkju, og til jarðarferðir, men vit hava fatan av, at vit eisini eru óynskt har, og verða mett at rigga betur sum líkfaklar í myrkrinum.
Í dómhúsinum er hurðin altíð opin, og dómarnir liggja klárir. Ikki neyðugt heldur at gera sær ómak við verja, og tey kritisku sleppa heldur ikki at verja seg sjálvi. Tey kritisku hava í hvussu so er tveir mótpartar í rættarskipanini, og hesir mótpartar hava rætt at heinta sær styrk um tað gerst neyðugt. Og tað er oftani neyðugt.
Í Danmark verða donsku Gablarnir í Føroyum góðkendir, og tí ikki undir eftirliti fyri tey mannarættindabrotini og justitsmorðini, ið verða framd, og góðkend av flokkum, sum Tjóðveldi, ið siga seg vilja frælsi. Tað kann so bara vera frælsi til at yvirtaka gesheftina hjá donsku gablunum, tá tann tíðin kemur.
Hetta svarar til Oljugarkarnar í Eystureuropa, sum eisini hava og høvdu pressuna undir kontrol, men alt hetta hevur internetið sorlað sundur. Fyrr kundi Kringvarpið og Einglabløðini halda almenninginum uttanfyri alt orðaskifti. Í dag hevur ongin virðing fyri hesum sensur- stovni, tí í somu løtu tey byrja uppá okkurt tvætl, sum hatta at pornofiserað føroyska kvinnubúnan, fingu tey svar uppá tiltalu. Tað syrgiliga er kanska, at hesin sensur stovnur hevur ikki minstu hóming av hvaðar leiðin gongur, og tí halda tey bara fram við tí tey eru best til.
Tey halda fram fram at velja frá, og velja tey út, sum skulu inn í grulvigarðin at tvætla. Og fólk blanda seg um tey hava hug. Oftast eru tey líka glað. Var arabiska várið vandamikið fyri miðeystur, so er tað ikki minni vandamikið fyri sensur-tænastuna hjá heimastýrismafiuni, sum roynir at seta dagsskránna, men tað eydnast sera sjáldan.
Sannur kritiskur journalistikkur hevur ring kor í Føroyum, og vit kenna bara ein blaðstjóra, sum noktar at ofra pressufrælsið fyri sleikipinn, og hevur tí eisini bæði bøtt rimadómar og aðrar dómur.
Fótonglar av ymiskum slag, sum følsk prógv, falskar ákærur og svik verður tí ein partur av teirri bók, sum verður skrivað um donsku kvørnuna í heimastýrinum, og føroyingar hava heldur ikki hildið seg aftur at bjóða seg fram, sum avrættarar, og eru premieraðir fyri leiklutin, sum oftast hevur givið heimastýris- og eingla pressuni heiðurslønir, sosiala samveru og Gabla-status.
Tað er heldur ikki onki í myrku krókunum, sum ikki neyðtúrviliga krevur vind- ella motormegi frá SEV. Við hvørt hongur fanansskapur bara saman av vana, til hann so dettur aftur, sum stívpinnur í brúðarsong.
Men hetta er støðan og prísurin, tá kritiskur journalistur verður læstur fastur í nøkrum, sum minnir mest um journalistiskt aparteid, og starvsfelagarnir effektivt verða nýttir, sum statistar og klapparar, og fyltir við halt kjaft-bommum. Og skal klanurin hjá Karius og Baktus við eftirkomarum, yvirliva hetta, mugu teir í minsta lagið fáa eina undirdeild í “Fløta fyri Søta Tonn” hjá Føroyskum Miðlafólkum.
Tað er ein syrgilig sjón bara at síggja í hekkuna av søkkandi skútuni, sum kallaðist føroyska Fólkaræði fara til botns við danska merkinum í mastrini.
Og her kann tí eisini eisini skoytast uppí orðini hjá Storm P, sum Hans J. Debes, professari, so hegnisliga og undirfundiga bar víðari í áhugaverdari grein í Oyggjatíðindum í 1999:
Meðan Storm P. Situr á beinkinum ein regndag , og stiðjar seg niður á stavin, kemur ein ormur skríandi.
Storm P. sigur so filosofiskt, og fróasligt fram fyri seg:
Egentlig mener jeg, at en regnorm har lige dårlig samvittighed i begge ender.
Hetta kundi ikki verið sagt betur um hann lýsti føroyska fólkaræði, og samanborið við treytirnar fyri kritiskum journalistikki, við atliti til donsku rættarskipanina.
Hon man ikki hava tað øðrvísi, enn "Storm P´s regnorm".
Dan Klein,
Journalistur
Linkir, sum kløkka fólkaræðisligar sálir: