Jørgen Niclasen, landsstýrismann hevur hitt íslendska fíggjarmálaráðharran Katrínu Júlíusdóttir

Fundur hevur verið millum Jørgen Niclasen, landsstýrismann og íslendska fíggjarmálaráðharran Katrínu Júlíusdóttir.


Tey umrøddu millum annað dupultskattaavtaluna landanna millum.


Avtalað er, at embætisfólk í Føroyum og í Íslandi taka upp nærri samrøður um dupultskattaavtaluna og onnur samstarvsøki, í fyrru helvt av apríl mánaða í ár.


Íslendski fíggjarmálaráðharrin er í Føroyum til ráðstevnu um íslendsk / føroysk samstarv, sum er fingið í lag í sambandi við afturrindan av kreppuláni Íslands til Føroya.