Tykkara atkvøða kann gera mun á býráðsvalinum í Tórshavnar kommunu.
Sjálvstýri hevur nakað heilt nýtt at bera fram. Vit vilja ikki taka frá tykkum, men vilja lata tykkum fáa nakað.
Kommunan eigur óðalsjørð í Vesturbýnum. Talan er um Flatnahaga. Okkara uppskot er, at kommunan bjóðar hvørjum borgara yvir 18 ár ein part av hesi ogn. Tey sum taka av, sleppa at keypa eitt partabræv fyri eina krónu. Hvussu nógv brævið er vert, vísir seg um tey verða útboðin, men helst er tað meir enn borgararnir hava keypt tey fyri.
Kann hetta yvirhøvur gerast, so hvør einasti av tykkum ikki bert er næmingur á Glasi, men eisini er óðalseigari av einum parti av Føroya landi?
Einki kann forða kommununi í hesum.
Hetta er ein avgerð, sum kann takast í tí býráði, sum nú skal veljast.
Tað sum skal til, er at uppskot um hetta verður reist í býráðnum. Vilja tit gerast óðalseigarar, er umráðandi hjá tykkum at velja onkran í býráðið, sum heldur at tit skulu gerast betri fyri. Tá uppskotið er samtykt, fer hvør einasti av tykkum fyri hesa krónuna at eiga ein part av Føroya landi. Men ikki nóg mikið við tí. Tykkara foreldur og systkin koma eisini upp í hetta lið. Vit koma øll at vera saman um at fáa gagn og gleði av hesi ogn okkara.
Tá valið er farið afturum hava tit tí møguleika fyri at siga foreldrum tykkara, at tykkara atkvøða hevur verið avgerandi fyri, at bæði pápi og mamma tykkara nú gerast eigarar av einum parti av Føroya óðalsjørð. Hervið er alt húskið betri fyri enn tað hevði verið um tú ikki hevði nýtt tað vald, sum tú hevur fingið við atkvøðurættinum.
Eftirskrift:
Tá eg kom út á Glasir var fundurin avlýstur. Næmingaráðið var komið eftir, at tað var óhóskandi at hava fund um kommunuvalið í Tórshavnar kommunu, tá so nógvir næmingar vóru úr øðrum kommunum. Hetta er ógvuliga skilagott. Boð um hetta vóru send til ungmannafeløgini hjá teimum politisku flokkunum 4. november. Í innbjóðingini hevði verið biðið um, at flokkarnir sendu eitt ungt valevni og harumframt eitt, sum hevði royndir í kommunalpolitikki. Sjálvstýri samtykti at senda Hervør Lützen, sum er ein ung mamma, og meg, sum havi royndir frá kommunalpolitikki. Vit møttu bæði upp, men tá vísti tað seg, at av misgáum høvdu vit eingi avboð fingið. Eg avráddi so við næmingaráðið, at eg kundi senda mína røðu til fjølmiðarnar so teir næmingar, sum høvdu áhuga fyri hesdddum máli kundu fáa at vita hvat ið Sjálvstýri vildi.
Annars var mikil ónøgd á Glasi við busskoyringina, og vit kunnu ið hvussu er siga, at hevði Sjálvstýri sitið í býráðnum høvdu vit ikki latið eina danska fyritøku fáa 9 milliónir fyri at gera bussferðaætlan!
Zakarias Wang
valevni Sjálvstýris