Jonna Poulsen við nýggjari bók

Mánadagin 2.apríl kemur nýggj stuttsøgubók fyri børn og ung í bókhandlarnar. Tað er Jonna Poulsen, á Toftum sum hevur skrivað. Bókin hevur 176 síður.


Mánadagin 2.apríl kemur nýggj stuttsøgubók fyri børn og ung í bókhandlarnar.


Tað er Jonna Poulsen, á Toftum sum hevur skrivað.


Bókin hevur 176 síður, og Janus Dam Guttesen hevur myndprýtt bókina.


Tað er Bókadeilds KFUMs sum gevur bókina út.


Bókin, sum eitur: “Útferðin hjá teimum 4 ungu” hevur sekstan søgur.


Fimtan av søgunum eru stuttar meðan tann eina hevur sjey kapitlar.


Bókin kostar 195 kr.


Jonna sigur, at allir aldursbólkar kunnu lesa bókina. Tó metir hon, at málbólkurin er børn upp til 14 ár. Harafturat fylgir ein fløka við, har Jonna lesur søgurnar. Hetta verður gjørt fyri at børn, sum hava tungt við at lesa, kunnu hoyra søgurnar og møguliga fylgja við í bókini.


Jonna, sum í 15 ár hevur lisið søgur í sunnudagsskúlanum í Tabor á Toftum, sigur, at grundin til at hon hevur skrivað er, at tilfarið av kristiligum barnasøgu er avmarkað. Harafturat hevur hon áhuga í at skrivað sínar egnu søgur.


Hon vónar, at onnur eisini fáa gleði av søgunum.** Í samband við útgávuna verður “Bókacafé” í Tabor á Toftum í kvøld kl.20.


Har fer Jonna at greiða frá bókini og lesa eina av søgu, á sín serstaka hátt.


 Eisini verður møguleiki fyri at keypa bókina fyri serprís.


Aftaná verður drekka.


Øll eru vælkomin