Havnar Hornorkestur spældi, Bergur Debes Joensen, prestur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, hildu røðu, og jólamaðurin kom sum vant dinglandi úr luftini og tendraði træið. Sera nógv fólk var samankomið í miðbýnum í tí góða veðrinum seinnapartin.
Her er røðan hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra:
Góðu borgarar í Tórshavnar kommunu – góðu gestir úr øllum landinum – og góðu børn!
Hjartaliga vælkomin her oman í miðbýin í høvuðsstaðnum, sum vit øll – allir føroyingar – eiga!
*****
Tað ein stórur dagur – hvørt einasta ár – at síggja tykkum øll savnast her seinasta leygardag í november, til júst hetta høvið.
Vit, sum eru foreldur, ommur og abbar gleðast serliga nógv um, at so nógv børn eru við júst henda dag.** Og við børnini má eg skunda mær at siga, at – um eina LÍTLA løtu fer jólamaðurin at tendra træið har yviri á Tinghúsvøllinum.
Vit eru øll spent uppá at síggja træið blíva til eitt JÓLATRÆ við øllum ljósperunum, sum skulu tendrast.
*****
Fyri tey flestu eru júst BØRNINI miðdepilin á jólum.
Barnagleðin – stjørnurnar í eygunum á børnunum jólaaftan – er besta løn fyri jóla-fyrireikingar og alla stákanina í desember.
Tað er náttúrligt at siga, at jólini eru barnanna hátíð.
*****
Júst hetta, at vera barn á jólum, er eitt tema, sum vit í Tórshavnar kommunu leggja okkum eftir HESI jólini í miðbýnum.
Í ár fáa børnini eina nýggja og heilt øðrvísi uppliving í býnum.
Tá jólatræið er tendrað, er upplagt at fara ein gongutúr oman eftir Áarvegnum og niðan eftir Bringsnagøtu. Hon má sigast at vera jólagøta burturav í Havn í ár.
Tá vit fara inn um portrið í jólagøtuni, mugu vit brúka allar okkara sansir.
Har er nógv spennandi at síggja og hoyra. Tað rýkur av jólabakstri. Og har er eisini nógv, sum vit og børnini hava gleði av at nema við.
*****
Vit vaksnu verða eisini flutt aftur í eina farna tíð niðri í Bringsnagøtu. Og sjálvt um karmurin er tikin úr 1800-talinum, so kunnu vit kortini lata góð minni, gloymdar dagar og tilburðir renna fram fyri okkum.
Hvør minnist ikki hugnaliga umhvørvið niðri í Gongini? Frukt og blómur í gøtuni, sum einaferð var høvuðsgøtan í Havn.
Og sjálv Bringsnagøta! Tann gamla handilsgøtan.
Handilin hjá Cathrinu Christiansen. Hann er enn ritaður í minnið. Kolonial í neðra – manufaktur í erva. Eitt spennandi hús – og vit kenna enn eyðkenda roykin av petroleum frá pumpuni við úthurðina.
Tey gomlu støðini og nøvnini í grannalagnum renna fram fyri okkum: Pætursastova, Dandastova, Knút hjá Skómakaranum, Grace Arge, Keypsamtøkan, Bakaríið, Baldursbrá og Blákollan. Og alt hitt, sum vit hvør sær minnast og hava lagt okkum í geyma í farnum tíðum.
Í dag er Cathrina Christiansen opin aftur – fortíðin er flutt fram í nútíðina – og í hvørjum einasta húsi í Bringsnagøtu er ein uppliving, sum fær okkum í jólahýr. Jú, Bringsnagøta er verd at vitja hesi jólini í miðbýnum í Havn.
*****
Ein onnur uppliving – bæði fyri smá og vaksin børn – er ísbreytin yviri á Skálatrø.
Nú hava vit gjørt breytina til eina høllin, og har fara vit eisini at hugna okkum, meðan vit gleða okkum til jóla.
*****
Jólini í Miðbýnum – gomlu jólini í Bringsnagøtu – íshøllin – og alt hitt, ið handilslívið, samkomurnar, feløg og einstaklingar skipa fyri saman við kommununi, hevur eittans endamál – og tað er at skapa TRIVNAÐ.
Trivnaður er avgerandi fyri okkara bý.
Hvat skuldu vit gjørt uttan trivnað?
Uttan møguleikar at hitta onnur undir góðum umstøðum – og at gera tað, ið vit hava bestan hug til?
Hvat skuldu vit gjørt uttan ítrótt, sjónleik, tónleik, samkomur, kirkjur, góðar skúlar, dagstovnar, kaffistovur, matstovur, forrætningar – og alt hitt, sum fær okkum at trívast í gerandisdegnum?
Eg hugsi, at uttan trivnað var ongin býur.
Trivnaður stendur tí langt uppi á raðfestingar-listanum hjá Tórshavnar kommunu.
Her skulu vit liva, og her skulu vit trívast.
*****
Her til seinast – áðrenn jólamaðurin kemur – vil eg nevna eitt hitt týdningarmesta við jólunum.
Tað er hetta, at vit hugsa um hvønnannan og taka okkum av hvørjum øðrum. Ein góð gerð og ein vinaligur tanki – tey kosta so lítið, men geva so nógv.
Latið okkum í felag syrgja fyri, at ongin situr einsamøll ella einsamallur eftir, meðan vit onnur hugna okkum saman við familju og vinum.
*****
Lat meg takka tykkum mongu, sum gera hátíðina góða fyri okkum øll – og takk øll somur fyri, at tit eru við her í dag.
Við hesum eru Jólini í Miðbýnum byrjað – og nú eiga børnini og jólamaðurin pallin.
Takk fyri øll somul – og gleðilig jól, tá tit koma hartil!