Jólasøga fyri børn á Býarbókasavninum

Í sambandi við Jól í miðbýnum fer Rigmor Dam at fortelja søgu fyri børnum á Býarbókasavninum leygardagin 14. desember kl. 16.00-16.30. Hetta er beint eftir, at jólaskipið er komið á Vágsbotn.


Oggi sýnir fram á Býarbókasavninum


Nýggj framsýning letur upp á Býarbókasavninum mánadagin 16. desember kl. 16. Tað er Oggi Lamhauge, sum sýnir fram. Framsýningin verður opin í vanligu upplatingartíðini hjá Býarbókasavninum fram til hálvan januar 2014.