Jólaskráin í Brekkutúni
Sunnudagin 2.desember eru jólaminnir, endurnýtsla, søgufrásøgn, heimagjørdar jólagávur og samvera millum ættarlið í hásæti á Tjóðsavninum.
Savna tíni næru og kæru og kom til ókeypis jólahugna á Tjóðsavninum í Brekkutúni og í Hoyvíksgarði.
Brúka tíni kreativu evni í jólaverkstovuni, hoyr eina stuttliga jólasøgu og droym teg burtur í nostalgisku jólaframsýningini við endurminningum og jólapráti.
Spáka ein túr oman í Hoyvíksgarð og uppliva jólafriðin áðrenn facebook og blunkandi perur
Jólaskráin í Brekkutúni kl. 14-18
Kl. 14-18 Serframsýningin “Nostalgisk jól - Minnist tú…?”
(er opin hósdag og sunnudag allan desember)
Kl. 14-18 Finn allar klintrinissurnar og loyniliga jólaorðið,
sum tær hava goymt í framsýningini. Vit draga lut um eitt gávukort til savnsbúðina
Kl. 14-18 Jólahugni í jólakaffistovuni við smákøkum og piparnøtum
Kl. 14-18 Jólasøla í savnsbúðini
Kl. 14.30 Jólasøgan um Herviliga Henry. Okkara nýggi fryntligi savnslærari Tórarinn fortelur skemtiligu
søguna óskikkiliga Henry
Kl. 15-17 Kreativ jólaverkstova fyri stór og smá
Kl. 17.15 Theodor Dam Eli Olsen, prestur, hugleiðir um jól og advent
Kl. 17.45 Vinnarin av klintrinissu-kappingini verður funnin