Nú nærkast tíðin, at sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, fer at bera jólapakkar umborð á skipini.
Pakkarnir koma frá sjómanskvinnuringunum kring landið og øðrum, sum vilja gleða sjófólk okkara. Pakkarnir verða savnaðir inn á trimum støðum, nevniliga á Klaksvíkar sjómansheimi, hjá Bláa Krossi í Runavík og hjá Føroya Fiskimannafelag í Havn.
– Tey, ið lata pakkar, eru vælkomin at skriva navn og bústað, so at sjómenninir fáa møguleika at senda eina tøkk. Tað veit eg, at teir fegnir vilja, sigur Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari.
Kelda: www.trubodin.fo