Jólamerkini 2020 eru komin – Suffía Nón teknaði

Posta gevur á hvørjum ári út jólamerki, har ágóðin av søluni fer óskerdur í Jólamerkjagrunnin, sum stuðlar verkætlanum til frama fyri børn og ung.

Tíðindaskriv:

Í ár hevur Suffía Nón teknað jólamerkini, sum so vakurt mynda søguna um fyrstu jólini.
 
Listakvinnan hevur givið jólamerkjunum ein føroyskan dám við at tekna føroysk landsløg inn í frásøgnina. Somuleiðis gerst gløggi hyggjarin skjótt varugur við, at fólkini eru í føroyskum pløggum - td. er Maria í stjørnutroyggju og Jósef í føroyskari húgvu og koti.
 
Trý jólakort við myndum úr jólamerkjunum eru givin út. Tey verða seld sum sett við bjálvum.
 
Ársmappan við øllum ársins frímerkjum og árbókin, sum umframt frímerkini eisini sigur søgurnar handan frímerkini, eru eisini komnar.
Tær kosta ávikavist 491 og 520 kr. Árbókin er á donskum, enskum og týskum og hóskar seg væl sum gáva til vinir og kenningar uttanlands.
 
Jólamerkini fáast til keyps á posthúsum kring landið og á heimasíðuni www.stamps.fo 

Fimtan merki eru í arkinum, sum kostar 30 kr.