Jólamenn í sløkkiliðsbilum

Hvønn desember mánað í mong ár hava jólamenn vitja ymisk støð á Eysturoynni í sløkkiliðsbilum. Kunningarstovurnar á Eysturoynni skipa aftur í ár fyri hesum jólatiltaki, sum hevur verið sera væl umtókt bæði millum børn og vaksin. Jólamenninir koyra kring oynna og spæla tónleik, og sjálvandi hava teir eisini okkurt gott við til børnini.


Tiltakið verður 10. desember og koyrt verður í tveimum bilum á hesum støðum:


Jólabilur 1 Jólabilur 2


12:45 Funningur 12.45 Funningsfjørður


13.30 Skáli 13.30 Oyndarfjørður


15.00 Toftir 14.00 Hellurnar


16.00 Runavík 15:00 Kambsdalur


15.30 Fuglafjørður