JÓLAKONSERTIN Í LØKSHØLL - ein sonn succé

Árliga jólakonsertin í Eysturoynni var í Løkshøll leygarkvøldið 17. desembur kl.20.00 við fullsettari høll. 

Kristiliga Tíðindatænastan 
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Øll atgongumerkini vórðu útseld til konsertina, so fyrireikararnir vórðu noyddir at seta tvær eykakonsertir á skránna, sum vóru sunnudagin 18. desembur ávíkavist kl.16.00 og kl.20.00. 

Hetta er triðja árið á rað, ið konsertin verður hildin, og áhugin er vaksin fyri hvørt ár, og tað skiltist á konsertleiðarunum, at konsertin er longu sett á jólaskránna hjá Løkshøll  til jólini 2017. Tá seinasta konsertin var av sunnukvøldið kl.20:00, høvdu umleið 1200 fólk sitið í Løkshøll og notið adventina. 

Randi Hansen av Toftum setti konsertina við at boða frá, at temaði  í ár er Kongurin.  Randi Hansen og Ásbjørn Berthelsen, vóru konsertleiðarar. Kapelmeistari  var Jákup Justinussen. 

Tað var eitt breitt úrvæl av sangarum, sum megnaðu at geva luttakarunum tað teir høvdu rindað fyri. 

 Kl.21:00 var steðgur, og tá varð bjóðað til kaffi, rísdessert og jólakaramellir í hugnaligu og rúmligu kantinuni í Løkshøll. Konsertin var í góðar tveir tímar.