Sunnudagin 4. december kl. 16.00 skipa Vágakórið saman við Holgari og Villmonnum fyri jólakonsert í Miðvágs kirkju.
Skráin er fjølbroytt við kendum og kanska eitt sindur minni kendum jólaløgum. Vágakórið fer at syngja onkrar tradiotionellar kórsangir, sum hoyra jólunum til, eins og kórið eisini fer at hava felags framførslu saman við orkestrinum Holgar og Villmenn. Eitt barnakór fer eisini at syngja, og Holgar Jacobsen fer at hava guitarfylgispæl.
Tað verður ikki tikið atgongugjald fyri konsertina, men í steðginum fer at bera til at lata eina gávu til tiltakið “Í menniskjum góðum tokki”.