Jólahugnin stuðlar Barnabata

Seinnapartin sunnudagin er
árligi jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn í Viðarlundini í Havn, og hesaferð
fær Barnabati allan ágóðan frá tiltakinum



Sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions
Club Tórshavn fyri jólahugna í Viðarlundini í Havn, sum verður seinnapartin frá
klokkan 14 til 16.30. Hetta er tiltak, Lions Club hevur skipað fyri í áravís og
sum fyri mong er byrjanin upp á jólastákanina.



Sum altíð, er endamálið fyrst og fremst at fáa til vega
pengar til eitt vælgerðarendamál, og í ár fer allur ágóðin til Barnabata, sum
ger eitt stórt arbeiði fyri at stuðla fíggjarliga sperdum barnafamiljum um
jólini.



Vónandi kann jólahugnin hjá Lions gera mun, eins og mong av
hinum tiltøkunum, ið verða fyriskipað hesa tíðina, so pengarnir kunnu hjálpa
barnafamiljum, ið ikki hava tað lætt fíggjarliga.



Ljós og jólahugni



Hugnaligu løtuna sunnudagin, sum er í hálvantriðja tíma, ber
til at hjálpa Lions at hjálpa, tí har fáast jóladekoratiónir og annað at pynta
við, umframt at kakao, mandarinir, sunkist og annað gott fæst til keyps.



Ljós og jólahugni seta sín dám á løtuna, tí Viðarlundin og
áin verða pyntað við ljósketum og øðrum. Eisini kemur Havnar Hornorkestur at
spæla góðan jólatónleik, og jólamenninir koma við onkrum góðum til bæði stór og
serliga smá.



Sum sagt, fer allur ágóðin av tiltakinum til Barnabata, so
umframt at njóta góðu løtuna og hugnan í Viðarlundini sunnudagin, ber til at
lata eitt oyra til góða endamálið, Lions stuðlar hesaferð.