Jokarin hjá Nýtt Sjálvstýri er Zakarias Wang

Sosialurin hevur bæði gitt og illgitt um, hvør Jokarin er, sum
stillar upp fyri Nýtt Sjálvstýri í Suðurstreymoy. Mikudagin gitti blaðið, at
talan kundi vera um Bjørn á Heygum, sum hevði verið á einum annars almennum
fundi í Løkshøll, men talan er í veruleikanum um mannin, øll tosaðu um á
Fólkatingsvalinum, Zakarias Wang, sum nú verður á listanum hjá Nýggja
Sjálvstýri.



Sambært Sosialinum var tað Jógvan Skorheim, formaðurin í Nýtt Sjálvstýri, sum skuldi hava sagt, at flokkurin hevði funnið eitt sera spennandi
valevni í høvuðsstaðnum.



Og beinanvegin bleiv Bjørn á Heygum, advokatur, útróptur
“jokarin” hjá Jógvani Skorheim.



Hesin hevði verið á almennum fundi hjá flokkinum í Løkshøll 13.
Juni í ár, og sjálvt um hann avsannar at vera valevni hjá Nýtt Sjálvstýri,
vildi hann kortini hvørki vátta ella avsanna, at hann kundi koma uppá listan
yvir valevnir hjá flokkinum.



Og hetta fekk blaðið, sum ikki vil vita, men heldur vil gita, at
halda fast um, at "jokarin" mundi vera Bjørn á Heygum, sum einaferð fyrr hevur
stillað upp, men ta ferðina fyri Sambandsflokkin, og hóast herróp hansara tá
var, at fáa øll áttatiárini fram í ljósi, gjørdi hann alt fyri at grava hetta
svarta tíðarskeið niður, og sum formaður í rættarnevndini upplivdi hann eitt
samt løgting, sum kravdi ein dómarakanning í samband við bankagøluna.



Korta nei, søgdu danir. Dómarakanning fáa tit ikki, og soleiðis
staðfestu danir, at ríkispartarnir avgjørt ikki vóru javnsettir partar.

Men Nýtt Sjálvstýri, hevði ikki boðsent Bjørn á Heygum, men
Zakarariasi Wang, sum gjørdist "jokarin" hjá Jógvani Skorheim.



Hesir eru samdir um, at ríkispartarnir skulu javnsetast, og at
pláss er ikki fyri olmussupengum úr danska ríkiskassanum, at føra føroyskt
valstríð fyri.



Tað var Zakarias Wang, sum avdúkaði, at Tjóðveldi, hevði fingið sín
egna blokk úr danska ríkiskassanum síðani 2001, sum hevur verið hildið
loyniligt fyri tjóðveldisveljarum, og øllum føroyingum. Tvær milliónir hevur
flokkurin fingið hesa tíðina, og við fólkatingsvalinum, fekk Tjóðveldi slaka
hálva millión aftrat, sum skal fíggja komandi løgtingsval.



Zakarias Wang, er í veruleikanum ringa samvitskan hjá Tjóðveldi,
sum av uppløgdum orsøkum heldur ikki vil vita av manninum, men Nýtt Sjálvstýri metir seg hava fingið rætta valevni.



Jokarin hjá Nýtt Sjálvstýri er Zakarias Wang.