Jóhan fer frá aftaná 30 ár á havnarskrivstovuni

Í gjár var móttøka á Havnarskrivstovuni fyri Jóhan Christiansen, sum eftir 30 ár í starvi hjá Tórshavnar havn fer frá fyri aldur. Jóhan varð settur í starv 2. januar 1984 og hevur ein stóran part av tíðini verið álitismaður.


Áðrenn Jóhan varð settur í starvið sigldi hann í fleiri ár sum skipari á Fuglfirðingi, sum fiskaði hvitingsbróður og nebbasild. Pápi hansara, Eli, var eisini í starvi sum umsjónarmaður hjá Tórshavnar havn.


Á móttøkuni í gjár segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, nøkur orð. Hann nevndi, at Jóhan var kendur fyri ikki at vera bangin fyri at taka fatt inni á Havnarskrivstovuni, men eisini, um tað galt at taka spulislanguna uttanfyri. Nevnt varð, at Jóhan hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðin á Havnarskrivstovuni.


Jóhan dámar væl at vera á floti og er sera dugnaligur at fáa fisk - hetta lærdi hann helst frá pápa sínum, sum var tiltikin góður miðamaður. Okkurt tíðarskeið, hann hevur arbeitt á havnarskrivstovuni, hevur Jóhan siglt uppi í Grønlandi.


Borgarstjórin takkaði kommununar vegna fyri góða og trúgva tænastu og handaði Jóhan gávu og býarmerki.