Johan Dahl spyr um útgjaldið úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, AMEG

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag 7. desember, sett Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um útgjaldið úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, AMEG. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1. Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at ávísir persónar, sum eru fluttir til Føroya fyri nógvum árum síðan, og sum síðan eru vorðnir pensjónistar, ikki fáa fult útgjald úr AMEG fyri tíðarskeiðið 2009-2018?

2. Hvørja upphædd árliga er talan um fyri at fáa fult útgjald til hesar pensjónistar?

3. Arbeiðir landsstýrismaðurin við at broyta lógina, soleiðis at vantandi útgjaldið úr AMEG til hesar pensjónistar verður útgoldið fyri tíðarskeiðið 2009-2018?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at tað eru teir persónar, sum síðan eru vorðnir pensjónistar, sum eru fluttir til Føroya úr ymiskum londum fyri nógvum árum síðan, sum fyri tíðarskeiðið 2009-2018 ikki hava fingið fult útgjald úr AMEG - hetta sjálvt um teir hava goldið inn í grunnin síðan hesin varð settur á stovn.

Nýggja AMEG-lógin hevur partvíst loyst hetta málið, men tað eru enn umleið 300 persónar, sum ikki hava fingið kompensatión fyri tíðarskeiðið 2009-2018.

Síðan AMEG varð settur á stovn hevur hesin sami bólkur av pensjónistum inngoldið 100% til grunnin, men hevur hóast hetta, fyri tíðarskeiðið 2009-2018, ikki fingið fult útgjald úr AMEG - tað, sum tey av røttum halda seg hava krav uppá.

At enda sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at tað er týdningarmikið, at mismunur ikki verður gjørdur á ávísum borgarum, men at allir borgarar verða viðgjørdir rættvíst. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin