Johan Dahl spyr um Talgilda Samleikan og góðkenningar

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, setti mikudagin, Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a), um Talgilda Samleikan og góðkenningar. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1.    Hví kann Talgildi Samleikin ikki brúkast til netbankar hjá peningastovnunum?

2.    Nær kann væntast, at Talgildi Samleikin kann góðkennast og brúkast til netbankar hjá peningastovnum?

3.    Hvat væntast kostnaðurin at vera fyri at náa hesum máli og annars at fáa góðkenning eisini aðrastaðni í okkara grannalondum?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at tað hevur verið alment frammi, at Talgildi Samleikin ikki kann brúkast í sambandi við netbankar hjá peningastovnunum, til tann tørv, sum viðskiftafólk hava har. Hetta er at undrast yvir. Tað er sagt, at Talgildi Samleikin skal vera góðkendur aðrastaðni at brúka, men tað sær ikki út til at vera veruleiki.

Sjálvur var eg sum landsstýrismaður í vinnumálum, saman við landsstýrismanninum í fíggjarmálum, við til at sjóseta hesa verkætlan um Talgilda Samleikan. Vit sóu tað sera neyðuga í, at vit flyta okkum yvir í ein alt meira talgildan gerandisdag og til at nýta talgildar tænastur, ið sum frá líður eisini effektiviserar og ger okkara vanligu atgongd til tænastur smidligari, skjótari og lættari. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin