Johan Dahl spyr um matrikulering og útskifting av jørð

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um matrikulering og útskifting av jørð. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
1.    Hvussu long er veruliga málsviðgerðartíðin í sambandi við matrikulering og útskifting 
       av jørð - býtt upp á høvuðssløg av málum?
2.    Hvussu nógv mál um matrikulering og útskifting eru innkomin til málsviðgerð í 2017, 
       2018 og 2019 - býtt uppá høvuðssløg av málum?
3.    Hvussu nógv mál um matrikulering og útskifting eru avgreidd í 2017, 2018 og 2019 
       - býtt uppá høvuðssløg av málum?
4.    Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at stytta um málsviðgerðartíðina?
5.    Eru meira orka og peningur sett av til málsviðgerð av matrikulering og útskifting í 2020?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at uppgávurnar hjá Matrikuldeildini á Umhvørvisstovuni eru m.a. at umsita matrikulmál og útskifting av jørð innangarðs og uttangarðs. 

Støðan í løtuni er tann, at fólk t.d. bíða í fleiri mánaðir eftir at fáa eitt jarðarstykki matrikulerað; onkur hevur enntá bíðað í 1-2 ár eftir málsviðgerð og avgreiðslu frá Umhvørvisstovuni. 

Tosað verður nógv um bústaðarneyð, men tað er trupult at gera nakað við tað, tá málviðgerðin er so langt afturút, og málini bara hópa seg upp

At enda sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at upplýst verður á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, at málsviðgerðartíðin kann vera ymisk, alt eftir teim ítøkiligu umstøðunum í málinum. Ein vegleiðandi málsviðgerðartíð er ímillum 6 og 12 mánaðir. 

Henda langa viðgerðar- og bíðitíðin er ikki nøktandi. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin