Johan Dahl spyr um felags foreldramyndugleika

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin 20. mai at seta Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, ein munnligan fyrispurning um felags foreldramyndugleika

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
1.    Hvat hendir í málinum um at endurskoða foreldramyndugleikalógina?
2.    Nær kann roknast við, at eitt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at sambært samgonguskjalinum frá september 2019, stendur: ”Foreldramyndugleikalógin skal endurskoðast, soleiðis at børn fáa rætt til bæði mammu og pápa, og rættindi og skyldur verða staðfest.”

At hava foreldramyndugleika yvir einum barni merkir í stuttum, at foreldrini hava umsorganar- og uppihaldsskylduna mótvegis barninum, og at foreldrini kunnu taka avgerðir viðvíkjandi persónligu viðurskiftunum hjá barninum í samsvari við áhugamál og tørvin hjá barninum.

Tann, sum hevur foreldramyndugleikan yvir barninum, avgerð tí, hvar barnið skal búgva, ganga í skúla, hvørja átrúnaðarliga uppaling barnið skal fáa o.a., ið hevur týdning fyri barnið. Alt hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Familjufyrisitingini.

Hóast Føroyar hava yvirtikið familjurættin, hevur sitandi landsstýrið einki gjørt fyri at beina burtur tann ógvusliga og fullkomiliga óskiljandi mismunin, sum ógiftir pápar eru fyri í mun til mammurnar. Tí um mamman ikki hevur givið ógifta pápanum lut í foreldramyndugleikanum, hevur hon foreldramyndugleikan einsamøll.

At enda sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at í Føroyum er tað bara Føroya Rættur, sum kann taka støðu til spurningin um foreldramyndugleika. Rætturin kann tó ikki døma, at tað skal vera felags foreldramyndugleika yvir barninum. Her er støðan tí grundleggjandi øðrvísi enn í Danmark. Í Føroyum er tað rætturin hjá foreldrunum til barnið sum ger seg galdandi - og ikki rætturin hjá barninum til bæði foreldur, sum støðan er í Danmark.

Tað er í nógv ár víst á teir trupulleikar, sum eru á hesum økinum, men onki er broytt, samstundis sum nógv børn og foreldur eru ávirka av, at lóggávan ikki er dagførd.  

Sambandsflokkurin