Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-124/2021 - frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Um eftirmeting av Málráðnum við tí skerda stavraðnum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at viðgera virksemið hjá Málráðnum í Løgtingum, vísandi til lógina um Málráðið og eftirmetingina av Málráðnum frá 18. november 2016?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at broyta føroyska stavraðið, soleiðis at vanliga latínska alfabetið, sum allur heimurin brúkar, er við?
Svar
Til 1. Ásett er í lógini um málráð frá 1. jan. 2013, at landsstýrismaðurin eftir 3 árum skal leggja frágreiðing fyri Løgtingið, um hvørt lógin virkar eftir ætlan og kanna, um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.
Ein eftirmeting var gjørd í 2016, sum tó ongantíð var løgd fram. Eg haldi, at so nógv tíð er frá liðin síðan eftirmetingina, at hon ikki kann standa einsamøll.
Nýtt Málráð tók við í juli 2021 og hevur nú havt eina tíð at finna sær til rættis. Í samráð við nýggja Málráðið fari eg at taka stig til eina frágreiðing um virksemið og taka støðu til, um ein nýggj eftirmeting skal gerast. Í frágreiðingini skal spurningurin, hvørt reglur um Staðarnavnanevndina og Navnanevndina áttu at verið ásettar í lógina um málráð, eisini viðgerast gjøllari.
Til 2.
Landsstýrismaðurin skal løggilda stavsetingarorðabókina, tá hon er liðug, men ikki sjálvur áseta reglurnar, sbr. § 7, stk. 1 í lógini.
Í Stavsetingarorðabókini, sum er í gerð, eru eisini bókstavirnir c, q, w, x og z, sum verða nýttir í ávísum orðum av fremmandum uppruna.
Í Stavsetingarorðabókini verða bókstavirnir skipaðir soleiðis:
a, á, b, c, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, q, r, s, t, u, ú, v, w, x, y, ý, z, æ, ø.
Tórshavn 18. februar 2022
Vinaliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður