JÓGVAN BISPUR Í SÓLORKU
Hví signa spanskir fótbóltsspælarar seg, áðrenn teir renna inn á vøllin, tá okkara ikki gera tað? Og hví hava spaniólar allar hesar fiesta’irnar fyri sínum halgimennum, sum vit ikki hava? Og hví hevur bispafrúan Maria ongan “kollega” í øllum Spania, hóast her búgva túsund ferðir so nógv fólk, sum í Føroyum, og hóast Spania hevur ikki færri enn 11 kardinalar, 30 erkibiskupar og 98 biskupar. Hvussu ber tað til, at Jógvan sleppur at vera giftur við Mariu, tá teir sponsku biskupparnir ikki sleppa at gifta seg? Og hvussu heldur Maria so, at tað er at verða gift við einum bispi.
Hetta er bara nakrir av mongum áhugaverdum og í summum førum stuttligum spurningum, sum sólorkugestirnir kunnu fáa svaraðar á sólorku-vaglinum. Øll, sum á páskum og í vár vitja Sólorku á suðursponsku Costa Blanca, fáa gleði av vitanini, frásagnarkynstrinum og humorinum hjá Jógvani Fríðrikssyni bispi. Sólorka hevur støðugt áhugaverd og livandi framsøgufólk á Vaglinum, sum leggja ymiskt spennandi afturat upplivingunum við tí góða veðurlagnum, útferðunum, tónleikinum og undirhaldinum. Komandi vár er bispur ein teirra, sum hevur átikið sær hesa uppgávuna.
“Vit eru sera fegin um, at Maria og Jógvan bispur koma at vitja okkum. Sum øll vita, er bispur framúr vitandi, áhugaverdur og virðiligur, samstundis sum hann er fevnandi, fryntligur og humoristiskur og dugir væl at venda sær til vanligt fólk”, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri í Sólorku.
Evnini á Vaglinum skulu helst hava samband við bæði Spania og Føroyar. Av tí at tvær av vár-setunum eru kring páskahøgtíðina, fara vit millum annað at práta um munirnar millum, hvussu tey halda tær stóru høgtíðirnar í rómversk-katólsku londunum og so heima í Føroyum. Eitt nú tykjast spaniólar ikki at gera so nógv burtur úr jólunum, men munandi meira burtur úr páskunum. Og so hava teir allar fiesta’irnar – allar hesar messurnar fyri halgimennunum, sum vit ikki brúka í Norðurlondum. Jógvan Fríðriksson fer at hugleiða um hetta og aðrar munir millum føroyskar siðvenjur og tær sponsku. Kenna vit hann rætt, fer hann mestur eisini at fortelja bæði eina og fleiri søgur fyri okkum.