Jobmatch fekk meg til Føroya!

Tað siga Durita Olsen og Svend Højgaard, sum hvør í sínum lagi hava brúkt Jobmatch til at koma inn á føroyska arbeiðsmarknaðin eftir loknan lestur. “Tað er júst endamálið við Jobmatch”, sigur Holger Arnbjerg, leiðari á Altjóða Skrivstovuni (ASK).


- Fyrstu ferð eg frætti um Jobmatch var í 2008, tá eg framvegis var undir lestri, sigur Svend Højgaard, cand. Scient. Bibl, ið starvast sum leiðari á Býarbókasavninum í Havn. - Eg hevði bílagt jobprát við fimm fyritøkur og stovnar. Eg royndi at fyrireika meg sum frægast. Í onkrum føri var onki samanfall millum áhugan hjá mær og tann eg tosaði við. Men í fleiri førum fekk eg eina sera gevandi samrøðu, bæði fakliga í mun til mín lesna, og í mun til at fyrireika meg til arbeiðsmarknaðin. Ítøkiliga fekk eg tað burtúr, at eg skrivaði mína serritgerð í samstarv við eina av fyritøkunum, sum eg tosaði við.


Týdning fyri at flyta til Føroya


Um týdningin av Jobmatch sigur Svend, at hann fekk váttan fyri, at teir førleikar, hann fekk við síni utbúgving, vóru viðkomandi fyri Føroyar. - Harumframt fekk eg styrkt mítt sjálvsálit í mun til at bjóða meg fram á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tað hevur eisini verið viðvirkandi til, at eg havi tað starv, sum eg havi í dag.


Hvørji góð ráð hevur tú at geva fyritøkum og stovnum, sum luttaka á Jobmatch?


- Hugsa um, hvat tey kunnu brúka lesandi til, t.d. í mun til at skriva uppgávur e.l. Harumframt eru tey lesandi ella nýútbúnu ikki altíð greið yvir, hvat fyritøkur og stovnar arbeiða við. Tí er umráðandi, at tær kunna væl um teirra virksemi, og um hvussu útbúgvin fólk kunna dugna fyritøkuni ella stovninum.


Jobmatch gevur eitt “reality check”


Svend vil avgjørt mæla øðrum til at vitja Jobmatch. - Tað er ein av teim fáa og ítøkiligu møguleikunum hjá lesandi og útbúnum útisetum at fáa samband við føroyska arbeiðsmarknaðin á einum stað. Harumframt er tað eisini eitt óført høvi hjá teim lesandi at fáa eitt “reality check” í mun til ta teori, sum lesnaðurin annars hevur at bjóða uppá.


Durita Hansen, cand.ling.merc., starvast sum marknaðarleiðari á Vodafona. Hon segði við Rás 2 í síðstu viku: - Um eg ikki hevði verið á Jobmatch, so var eg neyvan komin til Føroya aftaná lesturin. Tað var ikki Føroyar, men starvið, sum fekk meg at flyta til Føroya! Og starvið fekk eg bjóða á Jobmatch, sum var í 2010.


Hetta er eisini í samsvar við tað, sum Holger Arnbjerg vísti til á tíðindafundinum um Jobmatch herfyri. Kanningar vísa, at jú fyrr ein sum er undir lestri fær samband við eina fyritøku ella ein stovn, jú størri eru sannlíkindini fyri, at viðkomandi fær eitt relevant starv beint eftir loknan lestur! sí eisini video her


http://youtu.be/bZsdz5nMUBw?hd=1


Meira kann lesast um fyritøkur og stovnar á jobmatch.fo, har eisini ber til at bíleggja eitt jobprát. Starvstevnan verður hósdagin 29. desember í Østrøms Frabrikk á Skálatrøð í Havn.