Jobmatch byrjar í dag

Í dag byrjar Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum fer at seta starvstevnuna.  

TÍÐINDASKRIV DAGFEST 29. DESEMBER 2016

Í ár luttaka íalt 45 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar, og tað er tað mesta nakrantíð. Høvuðssponsorar til Jobmatch tiltakið eru Bakkafrost og Tórshavnar kommuna.  

Á starvsstevnuni verða eisini fyrilestrar frá fleiri av teimum, sum hava bás á Jobmatch. Til ber at kunna seg um skránna á Jobmatch.fo

Dyrnar lata upp kl 13, og setanin verður kl. 13:10.  

Tað er ókeypis at vitja Jobmatch, og starvstevnan er opin til kl. 19 í kvøld.