Jobmatch 2011 – fyri fyrstu ferð í Føroyum

Tíðindaskriv 13. desember 2011:


Tjúgu fyritøkur og stovnar ynskja at hitta lesandi føroyingar og útisetar til at umrøða framtíðar starv í Føroyum. Hósdagin tann 29. desember verður starvsstevnan Jobmatch í nýumvaldum, hugnaligum hølum á Østrøm Fabrikk á Skálatrøð í Havn.


Hetta er á triðja sinni, at Jobmatch verður fyriskipað, men hetta er fyrstu ferð tiltakið verður í Føroyum. Endamálið er at skapa og viðlíkahalda samband millum føroyskar fyritøkur og stovnar, lesandi og útisetar.


“Tað er sera týdningarmikið, at høvuðusstaðurin hevur nakað at bjóða okkara ungdómi at koma heimaftur til aftaná útbúgving. Her er Jobmatch eitt gott tiltak fyri at hava loypandi dialog við okkara ungdóm. Eg haldi man tosar nógv um búskaparvøkstur, men skulu vit hava búskaparvøkstur, so mugu vit eisini fáa fólkavøkstur” segði Heðin Mortensen, borgarstjóri á tíðindafundi í dag.


Vinnuni tørvar útbúgvin fólk


Higartil hava tjúgu fyritøkur og stovnar teknað seg til at hava eitt fundarstað á Jobmatch. Til ber at lesa um hesar á www.jobmatch.fo


“Okur hava eina fatan um at føroyskar fyritøkur ikki eftirspyrja útbúnum fólki. Eg loyvi mær at pástanda, at tað er ikki rætt. Ein stórur partur av vinnuni, serliga føroysk tænastuvinna, eftirspyr útbúgvin fólk. Tað er ógvuliga umráðandi at vinnan bjóðar seg fram, og at tey lesandi bjóða seg fram. Jobmatch 2011 er eitt høvi til tað” segði Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum er ein av fyrireikarunum.


Fólk fáa størv


 Royndirnar vísa, at mest kemur burturúr, um áhugað bíleggja sær eitt sokallað JobPrát, sum er ein óbindandi styttri samrøða á 10-15 minuttir. Her fáa tey høvi til at kunna seg um tær fyritøkur og stovnar, tey eru áhugað at koma í samband við, umframt at greiða frá um seg sjálvan. Til ber at bíleggja eitt JobPrát á www.jobmatch.fo


”Eg haldi Jobmatch er ein roynd at gera nakað ítøkiligt fyri at framsøkin arbeiðspláss fáa umsøkjarar við røttu førleikunum, til gagns fyri allar partar og samfelagið sum heild. Eg kenni fleiri, sum hava fingið ítøkilig størv í samband við tey Jobmatch, sum hava verið higartil” segði Holger Arnskov, stjóri á Altjóða Skrivstovuni á tíðindafundinum.


Starvsstevnnan byrjar hósdagin 29. desember kl. 14, og er opin til kl. 21. Tað er ókeypis at vitja á Jobmatch, sum verður fyriskipað av Tórshavnar kommunu, Vinnuhúsinum, ASK og MFS.


Spurnignar í samband við omanfyristandandi kunnu setast til Katrin Jakobsen, samskipara tel 223978, teldupost kj@syntesa.fo