Jenis spyr um royndir við HPV virus til gentir og dreingir

Í munnligum fyrispurningi, spyr Jenis av Rana, Karsten Hansen, hvussu gongst við koppsetingunum móti HPV virus, og um ætlanin at at geva tilboð til aðrar aldursbólkar av kvinnum, og um ætlanin eisini er at geva tilboðið um koppseting til dreingir/menn.


Jenis av Rana, løgtingsmaður:


Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum viðvíkjandi koppseting fyri lívmóðurhálskrabba


1. Hvussu eru royndirnar av koppsetingunum móti HPV virus?


2. Eru ætlanir um at víðka tilboðið til aðrar aldursbólkar av kvinnum?


3. Eru ætlanir um at bjóða dreingum/ monnum koppseting móti HPV virus?


Viðmerkingar:


Tað var ein gleðidagur, tá byrjað varð at bjóða ungum føroyskum gentum koppseting móti herviliga HPV virusinum, sum kann elva til krabba í lívmóðurhálsinum. Nú trý ár eru liðin, síðani byrjað varð at koppseta yngru genturnar, hevði verið áhugavert at frætt, hvussu hendan hevur roynst, og um ætlanir eru um at víðka um tilboðið.


Millum tey serkønu tykist vera semja um, at rætt er eisini at bjóða ókeypis koppingarevni til kvinnur í eldri aldursbólkum. Hetta mælir serfrøðin til, tí kanningar, t.d. í Danmark, vísa, at fleiri enn 4 út av fimm kvinnum í hesum aldrursbólki ikki eru smittaðar við HPV virus. Mett verður, at koppseting kann verja fleiri enn 2000 danskar kvinnur móti at gerast sjúkar av lívmóðurhálskrabba og bjarga fleiri enn 600 frá deyða.


Við øðrum orðum hevur vísindin í dag somu argumentir fyri at koppseta hendan aldursbólk, sum vísindin fyri fáum árum síðani hevði fyri at byrja núverandi koppseting av teimum yngru kvinnunum. Her er talan um at bjarga lívum, heilt at rudda burtur lívmóðurhálskrabba, og peningaliga er talan um íløgu, sum væl og virðiliga vinnur seg aftur.


Eisini kjakast tey serkønu um, um ikki dreingir eisini eiga at fáa boðið hesa koppseting, tí HPV virusið kann eisini viðføra krabba hjá teimum í kynsgøgn og aðrastaðir. Óivað hava føroysku heilsumyndugleikarnir eisini viðgjørt hetta, og verður landsstýrismaðurin biðin um at kunna Løgtingið um møguliga. niðurstøðu.


Á Løgtingi, 28. november 2011


Jenis av Rana