Javnstøðumál krevja støðugt arbeiði og játtan

Tingfundurin í gjár, ið var 2. viðgerð av fíggjarlógini, vísti at fleiri løgtingslimir síggja stóra týdningin av, framhaldandi at raðfesta arbeiðið fyri javnstøðu. Umframt menn og kvinnur í andstøðuni vóru tað serliga kvinnurnar í samgonguflokkunum, ið talaðu at ætlaðu skerjingini av játtanini til javnstøðumál. Vónandi bendir hetta á,  at ætlanin at skerja játtanina til nevndirnar og skrivstovuna við 300.000 krónum verður broytt. 

- Tað er sjálvandi púra burturvið at skerja játtanina. Demokratia og Javnstøðunevndin hava tilsamans bara eitt starvsfólk at arbeiða fyri seg, og uppgávurnar eru nógvar, sigur Mai Laksáfoss Simonsen, forkvinna í Javnstøðunevndini. 

Uppgávurnar hjá Javnstøðunevndini eru ásettar í javnstøðulógini, sum hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn. Hetta verður gjørt við at hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin, at virka sum ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum, geva tilmæli í javnstøðumálum og at viðgera kærur frá fólki um mismun vegna kyn.


Arbeiðssetningurin hjá Demokratia er, at virka fyri at økja um kvinnuumboðanina í politikki. Ein stór og týdningarmikil uppgáva, sum framvegis er há-aktuell í 2021. Demokratia arbeiðir eisini ímillum val, og í 2022 fer Demokratia umframt hetta, at seta ferð á arbeiðið, sum longu er fyrireikað. Eitt nú at menna undirvísingartilfar um demokratiska rættin hjá børnum og ungum í Føroyum og um týdningin av umboðan. Hetta og aðrar týdningarmiklar uppgávur mugu ikki detta fyri borð, sigur Kristina Gry Berg, forkvinna í Demokratia.

Við javnstøðukvøðu til kvinnur og menn í Føroyum, okkum øllum og samfelagnum at frama.

Javnstøðunevndin og Demokratia