Javning av fólkapensiónini og øðrum veitingum aftur veruleiki

Tað er sera gleðiligt, at fólkapensiónin og aðrar veitingar endiliga aftur blíva javnaðar.

Hesaferð verður javningin 2,05 %.

Hækkanin er hægri enn ásetta lønarhækkanin á 1,25% fyri 2022.

Hetta er bæði gott og væl unt, tí eingin javning hevur verið síðan 2014. Tíðskil hevur einki verið javnað meðan undanfarna samgonga sat.

Tað kann undra, tí hvussu kann tað bera til, at Javnaðarflokkurin, sum hevur umsitið almannamál, ikki hevur javnað veitingar í allarbestu tíðum?

Vit hoyra dag og dagliga frá núverandi andstøðu um, hvussu ósosial hendan samgongan er, men her haldi eg, at núverandi andstøða má byrja at hyggja inneftir.

Skulu góð politisk mál gjøgnumførast, so má mann handla, tá mann sjálvur er í samgongu, tí tað er truplari at stýra, tá mann er í andstøðu.

Eg fegnist almikið um hetta málið og nógv onnur góð politisk mál, sum eru framd síðan 2019.

Edva Jacobsen
løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin