Pedagogverkfallið hevur nú staðið við í næstan tvær vikur. Og nú er tíð at finna eina loysn! Vísið nú veruligan samráðingarvilja, bæði námfrøðingar, landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar!
Lítið er at ivast í, at verkfallið er tvørligt hjá teimum, ið eiga børn undir skúlaaldur. Men uppaftur verri kemur tað við hjá teimum, ið eiga børn við serligum tørvi - eisini hóast tey eru í skúlaaldri.
Foreldur flest royna sum frægast at fáa børn síni ansa hesa tíðina. Summi hava børn síni við til arbeiðis, onnur hava ommur og abbar ella onnur at heita á, ella grannar taka seg saman og skiftast um at ansa børnunum, meðan foreldrini so skiftast um at vera heima frá arbeiði. Men eru børnini komin í skúlaaldur, er sloppið, tí lærararnir eru ikki í verkfalli.
Hjá teimum foreldrum, ið eiga børn við serligum tørvi er støðan munandi verri, tí í flestu førum fáa tey als ikki brúkt hesar loysnir, sum onnur foreldur royna at hjálpa sær við. Harafturat ger tað støðuna rættiliga trupla, at børn við serligum tørvi hava serliga nógv brúk fyri einum regluligum gerandisdegi, har alt gongur sína jøvnu gongd. Eitt verkfall órógvar hesa rytmu í ólukkumát. Vit, ið kenna børn við breki, hava tíverri ofta sæð, hvussu skjótt tað er at bróta niður tað, sum hevur verið bygt upp gjøgnum langa tíð.
Uppaftur verri er ójavnin, tá talan er um børn í skúlaaldri. Meðan fullfør børn í skúlaaldri sleppa í skúla sum vanligt, verða børn við serligum tørvi í mongum førum biðin um at vera heima, meðan námsfrøðingarnir eru í verkfalli. Tað er eisini eitt sera ódámligt signal, skúlaverkið við hesum sendir, har næmingarnir verða býttir sundur í fyrsta floks borgarar, ið sleppa í skúla, og annan floks borgarar, ið ikki kunnu sleppa í skúla. At børn við serligum tørvi skulu vera heima frá skúla, meðan verkfall er, rakar sjálvsagt foreldrini, sum hava sama tørv og somu skyldur sum onnur foreldur at røkja sítt arbeiði.
Tað er himmalrópandi mismunur og grovt brot á mannarættindasáttmála, ið Føroyar hava bundið seg til, at summi børn sleppa í skúla og onnur ikki. Kunnu ikki øll børn sleppa í skúla, so má eitt minsta krav vera, at tað ikki rakar tey somu børnini hvønn dag. Tey kundu skiftst um at verið heima.
Vardu verkstøðini standa eisini stongd, meðan verkfall er. Tey fólk við breki, ið hava sítt dagliga virksemi á einum vardum verkstaði, mugu nú sita heima. Mong teirra búgva á sambýlum, sum undir verkfallinum virka við skerdari starvsfólkaorku. Og nú onki er at fara til um dagin, gerst dagurin langligur, og tá er skjótt til, at tað, ið hevur verið bygt upp gjøgnum longri tíð, verður órógvað og brotið niður
Sama ger seg galdandi hjá teimum verkstaðsbrúkarum, sum búgva heima hjá foreldrum.
Vit mugu eisini minnast til, at tey, ið búgva á sambýli, ikki eru ein familja, men einstaklingar, ið onnur hava sett saman í ein hóp.
Tíverri sæst stundum, at fólk, ið búgva so tætt upp at hvørjum øðrum, sum hesi búgva, undir slíkum umstøðum kunna fara at illneitast inn á hvønn annan og starvsfólkini. Tað er leingi at byggja upp, men skjótt at bróta niður! Vit onnur kunnu hugsa okkum, hvussu vit høvdu trivist við at verið flutt í hóp við fleiri øðrum og bara einum kamari til privatlív, og so ikki at sleppa út til okkara dagliga virksemi. Tað eru so óvirðilig kor, at eitt minsta krav má vera, at dagliga virksemið á vardu verkstøðunum kann halda fram ótarnað.
Verkfallið rakar eisini meint næmingarnir á eftirskúlanum Rásini, sum ikki sleppa í skúla og tískil noyðast at vera heima hjá foreldrum.
Vit síggja í bløðunum, at stjórin á lønardeildini sigur seg hava til uppgávu at tryggja so bíligan sáttmála sum gjørligt. Men landsstýrið er bundið at halda altjóða sáttmála, ið tryggjar, at mismunur ikki verður gjørdur móti fólki við breki! Somu skyldu hava kommunalir myndugleikar. Tað vilja vit gjarna síggja í verki!
Hesi dømi vísa, at verkfallið, ið kemur illa við hjá øllum, rakar ein bólk av landsins borgarum serliga hart: fólk við serligum tørvi og familjur teirra. Tað kunnu vit als ikki góðtaka.
Nú hevur hetta staðið við nóg leingi. Farið til verka og vísið ein veruligan vilja at loysa málið!