Javnaðarflokkurin fegnast um nýggja sjúklingahotellið

Saman við Føroya fólki fegnast Javnaðarflokkurin í dag um nýggja sjúklingahotellið í Venøgade í Keypmannahavn, og ynskir bæði brúkarum og starvsfólkum alla eydnu í nýggja og heimliga umhvørvinum.


At fáa til vega hóskandi karmar fyri hesar, okkara mest útsettu borgarar, hevur fyri Javnaðarflokkin verið eitt av mongum átrokandi vælferðarmálum, sum nú loksins er rokkið.


Upprunaliga var tað Javnaðarflokkurin, sum setti nýtt sjúklingahotell á dagsskrá, og saman við øðrum flokkum, hava vit nú borið hotellið fram á mál. Tí er dagurin í dag ein fagnaðardagur, har niðurslitna og ótíðarhóskandi sjúklingahotellið Tórshavn í Taasingegade flytur yvir í spildurnýggja og rúmliga bygningin í fimm hæddum - bygdur til endamálið.


Tað var Hans Pauli Strøm, táverandi landsstýrismaður í heilsumálum, sum tók fyrsta stigið og setti eina nevnd at greina tørvin og møguleikarnar. Hetta arbeiðið helt ótarnað fram undir Aksel V. Johannesen, og nýggja sjúklingahotellið í Keypmannahavn, umframt fíggingin hertil, varð endiliga fingin til vega, tá John Johannesen var landsstýrismaður á økinum.


Tað skerst ikki burtur, at álvarslig sjúka elvir til svára kreppu, bæði hjá tí einstaka og familjuni. At vit viðhvørt noyðast at leita okkum langt burtur heiman í sjúkraørindum, kann kennast tyngjandi í neyðini. Tí er tað av alstórum týdningi at føroyska heilsutænastan á økinum er á einum so høgum, tryggum og heimligum støði, sum til ber.


Hjartaliga tillukku og alla eydnu í framtíðini ynskja vit øllum brúkarum, starvsfólki og øðrum, sum vara av sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.


Javnaðarflokkurin