Játtanarkarmarnir lagdir fram í gjár

Fríggjadagin legði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fram játtanarkarmarnar fyri 2020, vegna landsstýrið.

Játtanarkarmarnir áseta fíggjarpolitisku málini fyri komandi fimm árini, og eru grundarlagið undir fíggjarlógaruppskotinum, sum verður lagt fram í heyst.

Tíðindafundurin varð hildin í fundarhølinum ”Krónan” í Kvíggjartúni 1 á Argjum. 

Tíðindafundurin varð eisini stroymdur á heimasíðuni hjá www.fmr.fo

Og tað vara vit so helst at hoyra meira um.