Janus á Húsagarði á Býarbókasavninum

Janus á Húsagarði er føddur í Havn 13. desember 1975. Hann hevur
teknað, síðan hann var smádrongur, og sum vaksin hevur hann havt
hópin av listaframsýningum í Føroyum, Íslandi og Danmark.

Hann
hevur teknað fleiri bøkur, plakatir, lýsingar og fløguhúsar, hevur
teknað í barnasjónvarpi og undirvíst í tekning.


Framsýningin á Býarbókasavninum er av myndum úr barnabókunum
Veiða vind og Ferðin hjá Mosalisu.


Framsýningin er søluframsýning og er at síggja í september og
oktober.


Janus á Húsagarði gjørdi eisini 40 ára føðingardagsplakatina til
Býarbókasavnið, sum fæst til keyps í avgreiðsluni fyri 20 kr.