Jákup Suni Lauritsen nýggjur nevndarformaður í SEV

Nevndin í SEV skipaði seg á fundi seinnapartin við nýggjum formanni og næstformanni, eftir at Páll á Reynatúgvu var noyddur at leggja frá sær, nú hann var vorðin løgtingsmaður aftur.


Sambært stýrisskipanarlógini kann ein løgtingslimur ikki vera formaður ella limur í nevndum ella ráðum, sum løgtingið hevur eftirlit við, og hesar treytir koma SEV-nevndarlimir undir.


Sostatt var neyðugt hjá nevndini at skipa seg av nýggjum, og hetta varð gjørt á fundi seinnapartin, eftir at Páll á Reynatúgvu formelt hevði lagt frá sær og Bødvar Hjartvarsson í Dali hevði tikið sæti fyri hann í nevndini.


Sørvingur nýggjur formaður


Sum nýggjur formaður varð valdur Jákup Suni Lauritsen, og nýggjur næstformaður er Kári E. Jacobsen.


Jákup Suni Lauritsen er valdur í nevndina hjá SEV sum umboð fyri Vágar. Hann hevur verið næstformaður í nevndini, síðani hon tók við í februar 2009. Hann er fyrrverandi borgarstjóri og núverandi býráðslimur í Sørvági. Kári E. Jacobsen er glyvramaður og býráðslimur í Runavík. Hann umboðar Eysturoynna í nevndini.


Hinir fimm limirnir í nevndini eru Marin Katrina Frýdal, Hoyvík, fyri Tórshavnar kommunu, Steinbjørn O. Jacobsen, Klaksvík, fyri Norðuroyggjar, Niclas Hentze, Sumba, fyri Suðuroynna, Pauli Trond Petersen, Vestmanna, fyri Norðstreymoy og Bødvar Hjartvarsson, Dalur, fyri Sandoyar sýslu.