Jakob og Jota halda fram

Jakob Jónsson og Zeljko Jotic hava longt um sáttmálarnar við KÍF, soleiðis at teir eisini verða venjarar hjá liðnum komandi kappingarár.


Fyri kortum skrivaðu bæði Jakob Jónsson og Zeljko Jotic undir nýggjan sáttmála við KÍF, sum ger, at teir eisini skulu standa á odda fyri hondbóltsmonnunum í Kollafirði næsta kappingarár.


Jakob Jónsson hevur verið venjari hjá liðnum tey bæði síðstu árini, meðan Zeljko Jotic hevur verið hjálparvenjari hjá Jakob og málmansvenjari seinasta árið, umframt at hann áður hevur umboðað KÍF sum leikari.


Vit í felagnum hava verið ómetaliga glað fyri samstarvið við teir báðar venjararnar, sum millum annað hava verið við til at ført liðið fram til fyrsta gullheiðursmerki í hondbóltssøgu felagsins, og tí gleðir tað okkum almikið, at teir báðir venjararnir eru sinnaðir at halda fram í eitt ár afturat í felagnum.


Vit fara at takka venjarunum fyri samstarvið seinasta árið og ynskja teimum alt tað besta víðari í arbeiðnum við hondbóltinum við vón um, at hondbóltsmenninir fara at røkka enn fleiri góðum úrslitum.