Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, á norðurlendskum ráðharrafundi

Landsstýrismenninir Johan Dahl og Jacob Vestergaard luttaka báðir á árliga ráðharrafundinum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri Fiskivinnu og aling, Landbúnað, Skógbrúk og Matvørur, sum verður hildin í Tróndheimi 28. juni.


Fyrri parturin av ráðharrafundinum verður nýttur til eitt kjak við luttøku av Ann Tutveiler, varastjóra í FAO, um støðuna í heiminum í sambandi við matvørutrygd, og hvussu Rio+20 ráðstevnan royndist í hesum høpi.


Ráðharrafundurin fer at viðgera eitt nýtt “Rammeprogam” fyri arbeiðið tey næstu fýra árini. Í hesum sambandi verður kjak um tað norðurlendska samstarvið sum heild og tær broytingar, ið síggjast fyri framman, bæði av fíggjarligum og politiskum slagi.


Nógv ymisk tiltøk verða í sambandi við ráðharrafundin innan økini, sum Ráðharraráðið fevnir um. Millum annað kann nevnast ein ráðstevna um “grønan vøkstur” við serligum denti á aling og landbúnað. Ein norðurlendsk frágreiðing, “Perspektivanalyse på viderutvikling av nordisk akvakultur”, verður løgd fram.


Sí meira um ráðharrafundin her:


http://www.linkevent.no/WebSite/?id=7df92a4f-cbfa-41c6-a25c-9a80ff8e81bb&PageID=746