Landsgrannskoðarin um gøluna við skúlanum á Marknagili: Stýrini fyri Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúlan í Tórshavn gjørdu av at rinda samsýningar til byggistýrið og bygginevndina. Stýrini boða ikki Mentamálaráðnum frá avgerðunum um, at árligu samsýningarnar skulu vera 175.000 kr. til stjórarnar og 75.000 kr. til limirnar í byggistýrinum og bygginevndini.
Landsgrannskoðanin heldur, at stýrini ikki av sínum eintingum hava heimild til at áseta tílíkar nevndarsamsýningar, hvørki til starvsfólk á skúlunum, ella til stýrini sjálvi.
Vit halda tað ikki vera hóskandi atborið fíggjarliga, tá ið nevndarsamsýningar eru goldnar, sum heimild ikki er fingin til frammanundan.
Stýrini fyri skúlarnar hava ikki hildið ásetingarnar í § 3 í viðtøkunum fyri skúlarnar, tá ið tey ikki hava biðið Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum góðkenna samsýningarnar, sum er krav sambært rundskrivi landsstýrisins 10. januar 1983 um nevndarsamsýningar. Okkara áskoðan er, at arbeiðið í bygginevndini er virksemi, sum helst natúrliga hoyrir til størvini hjá stjórunum sambært lógini um yrkisskúlar. Landsgrannskoðanin heldur tað tí vera ivasamt, um stjórarnir á skúlunum hava rætt til nevndarsamsýningar.
Um stýrini vóru av teirri fatan, at uppgávan var av einum slíkum slag, at hon gav stjórunum nógv størri arbeiðsbyrðu, kundu stýrini biðið Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum góðkenna eitt fast árligt gjald, sambært § 1 í “Umfarskrivi um nevndarsamsýningar”, frá 10. januar 1983.
Viðvíkjandi samsýning til stýrislimirnar í byggistýrinum heldur Landsgrannskoðanin, at teir helst áttu at verið samsýntir eftir galdandi reglum um fundarpening.
Kravið um at gera tveir serskildar roknskapir, ein fyri stuðulin og ein fyri annað virksemi, heldur Landsgrannskoðanin vera eina tekniska áseting um roknskaparlig viðurskifti. Kravið í § 6 í viðtøkunum um serskildan roknskap heimilar ikki stýrunum at hava virksemi við síðuna av, sum ikki er heimilað í lógini ella undir eftirliti Mentamálaráðsins.
Við tí í huga at skúlarnir, sum tað er ásett í viðtøkunum í § 6, stk. 5, hvørt ár hava sent Mentamálaráðnum grannskoðaðar roknskapir og protokollir, og at Tekniski Skúlin í sínum roknskapi hevur útgreinað samsýningarnar til bygginevndina, heldur Landsgrannskoðanin, at Mentamálaráðið kundi havt varnast samsýningarnar.