Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
Eg motións- og styrkivenji fyri at halda eina ávísa javnvág í kroppinum. Aftrat gangi eg túrar – onkuntíð powerwalk – men sum oftast bara ein góðan langan túr.
Ert tú limur í ítróttarfelag?
Nei, ikki longur. Havi verið limur hjá onkrari venjingarmiðstøð, men tað motiverar meg ov lítið at venja slík støð, tí venji eg nú við pesónligum instruktøri.
Íðkaði tú ítrótt sum barn?
Ja, í stóran mun. Eg spældi hondbólt í nógv ár við Kyndli – gavst í 1980. M.a. spældu vit dystir á uttandura vøllinum í Gundadali, tað varð mangan hart fyri knøini.
Í 1981 og 1982 spældi eg flogbólt við Fleyr og við Føroya Studentaskúla. Vit vunnu alt tey bæði árini. Í 1984 spældi eg flogbólt við KFUM Ikast. Fimleikur var eisini fast á skránni í fleiri ár. Sum barn, tá í tíðini, íðkaði ein so nógvan annan óskipaðan ítrótt, m.a. svumu vit í uttandurða hylinum í Gundadali og skoytaðu á niðara vølli í Gundadali og spældu bólt av ymiskum slag.
Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?
Ítrótt og rørsla hevur stóran týdning fyri sosialt samanhald og kropsligu styrkina hjá hvørjum einstakum borgara. At vera virkin í einum felag kann geva eina góða kenslu av at hoyra til, og serliga tá ein vinnur, kennir ein seg sterka. Hinvegin haldi eg, at tað er ein óbalansa millum ítróttina og onnur kreativ og mentanarlig tiltøk fyri børn og ung. Øll eru ikki so kropsliga væl fyri og koma ongantíð at íðka ítrótt á skipaðu liðunum. Summi hava kanska ikki ráð at ganga til ítrótt. Eg haldi, at samfelagið skuldi tryggja øllum børnum luttøku í tónleikaligum, kreativum og ítróttarligum tiltøkum uttan gjald og fíggja hesi gjøgnum skattin. Eg haldi eisini, at ein møguleiki skuldi verið fyri at skifta um klæðir og bóltar ella aðra útgerð, so hvørt sum børnini vaksa frá tí. Tað gevur atgongd fyri fleiri, sum í dag ikki hava ráð.