Ítróttasálarfrøði á breddan

Hevur føroyska ítróttin fyri neyðini at hava fokus á sálarfrøði?

Ítróttasamband Føroya skipar fyri nøkrum áhugaverdum evniskvøldum um júst hetta evni. Vit koma inná, hvat ítróttasálarfrøði merkir og hvussu vit kunnu menna ítróttina við at hava fokus á sinnið og á onnur viðurskifti í okkum og kring okkum. Rigmor Napoleonsdóttir Arge er fyrilestrarhaldari

Rigmor Napoleonsdóttir Arge er útbúgvin sálarfrøðingur og ítróttalærari. Hon hevur innan sálarfrøðisyrkisyrki veitt viðgerð, vegleitt og ráðgivið einstaklingum, bólkum/liðum innan breiddar- og úrvalsítrótt. Eisini hevur hon egnar royndir innan ítróttin, bæði sum íðkari, venjari, avvarðandi, nevndarlimur í ítróttafelagi og sersambandi.

Fyrsti fyrilesturin í røðini verður í ÍSF húsinum, Tórshavn 20. februar kl. 17.00-18.30.
Hinir verða í:

Runavík, við Løkin 6. mars kl 17.00-18.30

Suðuroy, dagfesting verður lýst seinni

(mynd: kvf.fo)