Lýsing Arbeiðið fevnir um bygging av nýggjari ítróttarhøll við Meginskúlan á Sandi.
Støðan Oktober 2011:
Sp/f TG Verk er í ferð við at stoypa veggir og lendisgólv, og hetta arbeiðið gongur eftir ætlan.
Límtræsperrurnar eru komnir til landið og verða settar upp í næstum.
Síðani verður høllin innilokað til veturin, og tá verður farið í gongd við inniarbeiðið.
Fakta
Arbeiðsánari: Mentamálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Tekniskur ráðgevi: Selmar Nielsen, arkitektur
Arbeiðstakari: Byggibúning: P/F Articon.
Byggiarbeiði: Sp/f TG-Verk
Tíðarætlan: Høllin verður klár at taka í nýtslu á sumri í 2012
Kostnaðarætlan: Kostnaðurin fyri ítróttarhøllina er 27,0 mió. kr.