Eftir JK tann 11/11/2012
Leygardagin 10. november var stórhending í Sandoynni, tá ið nýggja høllin alment varð tikin í nýtslu. Og við eini ítróttarhøll eru eisini karmar til hondbólt skaptir. Spennandi verður, um tað fer at bera til at fáa hondbóltin upp aftur at standa í oynni, seinast sandoyingar luttóku í hondbóltskapping var í 2002, tá ið eitt smágentulið var tilmeldað.
Men so skulu vit heilt aftur í 1975, tá ið oyggin var umboðað við felaganum Vípuni. Og áhugi er fyri hondbólti í Sandoy og síðani í vár hevur HSF havt samband við fólk í oynni um ymiskar fyrireikingar og leygardagin 19. januar er avtalað, at U8 hondbóltskapping verður í nýggju høllini í Sandoy.
Við hesum vil Hondbóltssamband Føroya ynskja sandoyingum hjartaliga tillukku við nýggju, stásiligu høllini.
Kelda: www.hsf.fo